Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eingin er smittaður í Føroyum í skjótt eina viku. Tey, sum blivu smittað dagarnar áðrenn tað, vóru í sóttarhaldi, skilst. Við øðrum orðum fara tað at vera 14 dagar síðani nakar bleiv smittaður úti í samfelagnum.

 

Kortini er samfelagið framvegis stongt.

 

50.000 fólk antin skerd í sínum virksemi - ella púra avskorin frá øðrum.

 

Tað virkar øgiliga ógvusligt.

 

Eg arbeiði, sum so nógvir føroyingar, í Norra. Eg skal heim um eina góða viku. Tá verður heitt á meg um at fara í sóttarhald. Men tað er einki krav. Eg kann altso hava smittuna við mær inn í eitt smittufrítt land.

 

Og hetta - at smittan kemur við Atlantsflogi - er einasti vandi, sum nú er.

 

Hvat við at sleppa 50.000 fólkum, sum ikki eru smittað, leysum - og í staðin seta fokus á okkum, sum kunnu hava smittuna við til Føroya?

 

Eg verið kanska ikki populerur millum onnur, sum mugu ferðast ofta - men hví seta myndugleikarnir ikki fokus á okkum?

 

Vissi royndir vóru tiknar tá vit komu og vit so blivu sett í sóttarhald í einar 7 dagar, tá vit komu heim. So kannað aftaná 7 dagar - so var eingin vandi yvirhøvur.

 

Tað hevði gingið út yvir okkum - men vit eru ein lítil minniluti. Blivu vit sett í sóttarhald, høvdu 50.000 føroyingar verið settir í frælsi frá korona.

 

Vinnulívið kundi aftur farið í gongd - so frægt sum tað nú ber til við verandi marknaðarstøðu.

 

Skúlar og dagstovnar høvdu kunna latið upp.

 

Mentanartiltøk kundu verið hildin.

 

Summarítrótturin kundi farið í gongd.

 

Tey gomlu kundu fingið vitjanir.

 

Tað hevði verið gott fyri øll - uttan okkum. Men vit eru eisini partur av samfelagnum. Eg trúgvi tað er ein prísur, tey flestu okkara høvdu viljað rindað.

 

Í dag koma 200 fólk til Føroyar um vikuna (eitt skot, rætti meg endiliga, um eg fari skeivur). Hesi 200 halda 50.000 innilæstum.

 

Eg sigi fyri meg, eg sigi ja til sóttarhald.

 

Og so kundu myndugleikarnir farið at hugt at okkum sum koma, hvussu nógv okkara hava smittuna, tí oljuveitingarskipini hava sera sera strangar reglur.

 

Vit eru í praksis alla útmynstringina í sóttarhaldi, og ferðast um tómar flogvallir.

 

Men sleppi føroyinginum leysum, og set okkum inn ístadin - nú.

 

Magni Skaale

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo