Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Torradagar kallast mentanarvika, ið hevur verið hildin í Klaksvík, síðani 2007.

Torri - ella í torra - kallast mánamánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar, og hann varir í fýra vikur, sum er ein mánaringrás.

Á torradøgum, sum í ár verða 21.-26. februar, verður skipað fyri ymsum tiltøkum og fyrilestrum um torra, torrafisk og torrahald, og um fiskivinnu og siðir á sjónum. 

Fróðskaparsetur Føroya verður eisini á torraskranni tann 21. februar, tá Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg fer at røða um grundlinjur Føroya.

Grundlinjur eru ásettar millum ytstu punktini á landi. Hesar grundlinjur hava stóran týdning, tí tær eru útgangsstøði fyri áseting av fiskimørkum og landgrunsmørkum. Allur sjógvur innan fyri grundlinjurnar er at rokna sum innara umveldi við somu rættindum og framíhjárættindum sum landaøki.

Føroyar hava í dag beinar grundlinjur, ið fevna um lutfalsliga stór havøki, men tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar at áseta slíkar beinar grundlinjur við Føroyar.

Talan er um eitt áhugavert evni, ið eisini snýr seg um søguligu gongdina, m.a. stríðið við Bretland í fimti- og sekstiárunum, eins og nortið verður við gongdina í Íslandi um sama mundið. Eisini verður greitt frá, hví ávís lond í dag hava síni fyrivarni mótvegis grundlinjum Føroya, til dømis USA, og hví Kina vísir grundlinjum Føroya stóran áhuga vísandi til áhugamál síni í landsynningspartinum av Kinahavinum.

Fyrilesturin verður 21. februar klokkan 19:30.

Lesið meira um ársins Torradagar her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo