Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í vikuni eru teir farnir undir at grava av fyri nýggja ellisheiminum sum skal byggjast í Leynum.

Tað er Kvívíkar kommuna sum stendur fyri arbeiðnum, sum er ein partur av Veks samstarvinum. Pláss verður fyri tilsamans 16 búfólkum á heiminum, sum eisini skal hava dement fólk búgvandi.

Spakin var settur í beint undan kommunuvalinum, men gongd er ikki komin á arbeiðið fyrr enn nú. Arbeiðið, sum nú verður gjørt, skal eftir ætlanini vera liðugt seinni í summar.

Tað er smápartafelagið Grettir sum ger arbeiðið, sum kostar áleið 1,1 millión krónur. Frammanundan hevur kommunan keypt lendið frá Jarðarráðnum fyri áleið somu upphædd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo