Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV: Í ár væntar SEV eitt yvirskot á 64 mió. kr., og yvirskotið verður brúkt til komandi útbyggingar. Eftirspurningurin eftir elorku hevur ongantíð verið størri, samstundis sum, at grøna orkuframleiðslan í 2021 liggur undir miðal. Hetta orsakað av frostbinding í fleiri vikur fyrst í árinum og sera góðum veðri í vár og summar, umframt avbjóðingum við generatorfeilum á fleiri vindmyllum. Oljuútreiðslurnar eru tískil met høgar, partvís orsakað av væl hægri oljunýtslu og partvís orsakað av høgum oljuprísi.

Eykaaðalfundurin samtykti at geva SEV loyvi til at endurfíggja 1,4 mia. kr. av verandi skuld, og at útvega nýggja fígging á 0,8 mia. kr. til komandi útbyggingar.

Ferðin á grønu kósini skal haldast
- Skal stóra orkuskiftið fyri framman eydnast, krevst miðvíst og breitt samstarv millum politisku skipanirnar, orkumyndugleikan, SEV og onnur, segði Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.

Pumpuskipanin er alneyðug fyri eina grønari elskipan við væl meiri vindi, og nevndarformaðurin fegnaðist um útsøgnina hjá landsstýrismanninum um, at støða verður tikin til umsóknina um loyvi til pumpuskipan í ár.

Øll nevndarfrágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo