Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hinvegin má bera til, at streymslit lítla og onga ávirkan hevur á framleiðsluna á okkara virkjum, har kanska 100tals fólk bara standa “upp og niður” ótolin og bíða, inntil brotið á Sundi verður loyst. – Hetta kostar virkjunum hópin av peningi og vinnan tolir hetta illa.

Sá í Norðlýsinum fyri nøkrum vikum síðan, at meiningin er at niðurleggja Elverkið á Strond, eftir at tað hevur verið til menning av Klaksvík upp móti heilari øld.

Tøknin er til tað
Nú ídag í hesum tøkniligu framkomnu tíðum, sum vit hoyra og lesa um dagliga, kann berast so í bandi, at tá Sundsverkið slóknar, at Strond beinanvegin slær til, sum hjá fyriøkum, sum hava egnan motor t.d. Sjúkrahúsverkið, Kringvarpið og aðrir neyðturviligir stovnar.

Vit hava í Klaksvík mangar dugnaligar fyritøkur innan framkomna tøknifrøði, sum hava víst, at tey klára at loysa ymisklig torfør verkevni.

Latið hesar fyritøkur fara í holt við at loysa hendan – fyri framleiðslu okkara – álvarsama spurning, soleiðis, at Strond slær til, í somu stund, sum Sundsverkið slóknar. Fari tí at skjóta upp, at hesar fyritøkur verða settar til at loysa uppgávuna, ella at tær bjóða seg fram, um vit hugsa um framleiðslu og tilvirkan til útflutnings. – Tað má bera til.

Tað kostar, sigur helst onkur, men eg ivist í, at her er talan um so stórar upphæddir lutfalasliga.

Fyrr vóru neyðug verkevni loyst
Tað kann ikki bera til, at okkara vælútbúnu fólk og klóku høvd ikki kunnu fáa hetta gjørt, so virkini í Klaksvík – hesi, sum vit liva av og við – ótarnað sleppa kontinuerligt at arbeiða uttan miss av hópin av peningi.

Lat meg skoyta uppí! Fyrst í 1980unum var við tógvið stríð fingin nýggjur motorur settur upp á Strond. Eg skal  ikki koma meiri inn á søguna í hesum umfari, uttan bara stutt nevna, at leiðslan í SEV og ein meiriluti í SEV-stýrinum, vildi hava ein “minni” motor uppsettan, meðan býráðið, leiðslan á Elverkinum á Strond og ein minniluti í SEV-stýrinum mælti til ein størri m0tor. Hetta endaði  við, at fleiri fundir vóru millum býráðið og SEV-leiðsluna, sum noktað fyri størri motor og at byggjast skuldi uppí norðureftir.

Síðani tók býráðið fund við umboðsráðslimirnar í Tórshavn, Eysturoynni og Norðoyggjum, har stórur meiriluti mælti til størra motorin og ein bygning bygdan uppí norðureftir. Alt hetta fyri at Klaksvík skuldi klára at nøkta tørvin tá. – Virkini eiga at kenna ein dyggari trygleika.

Mong eru tey, sum vilja heita á SEV,  at fáa loyst hesa neyðugu uppgávu, sum væl ber til at loysa og er neyðug at loysa.

Jógvan við Keldu

(Havi havt hetta frammi á mínum FB-vanga).

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo