Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SEV: Í orkukanningini, sum Umhvørvisstovan herfyri læt landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg, verður mælt til at byggja pumpuskipan millum vatnbyrgingarnar í Vestmanna.

Orkukanningin vísir á, at tað er skilabest, at ein stigvís útbygging av orkugoymslum við pumpuskipanum fer fram, soleiðis at varandi orkuframleiðslan verður gagngnýtt í mest møguligan mun.

Fyrsta stigið at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum kann takast uttan at víðka byrgingarnar, og hetta kann hóskandi fara fram á leið 2024-25. Ein útbygging av byrgingunum verður helst ikki neyðug, fyrr enn vit nærkast 2030, er ein niðurstøða í kanningini.

Høvið verður at kunna seg nærri um hesi viðurskifti týskvøldið á Vestmannadøgunum, tá ið Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og Terji Nielsen, menningarleiðari hjá elfelagnum, fara at leggja fram um pumpuskipan í Vestmanna. Framløgan verður í kantinuni í Heilsumiðstøðini í Vestmanna týskvøldið 18. september, kl. 19.00, har m.a. verður víst á, at vatnorkan í Vestmanna fær ein alsamt størri leiklut á grønu kósini fram ímóti 100 prosent varandi orku á landi í Føroyum í 2030. Vestmannaøkið verður týdningarmikil partur av kjarnuveitingunum, tá oljan verður niðurlagað til bert at verða tiltakstrygd, um t.d. varandi orkukeldurnar av eini ella aðrari orsøk ikki nøkta tørvin í elframleiðsluni.

Vatnorkuverkini verða í størri mun kjarnin í elskipanini, tí vatnorkan er støðug orka, sum kann goymast og kann tryggja, at eingi sveiggj eru í sjálvari framleiðsluni. Vatnorkan stimbrar harvið elnetið, so at elveitingin verður støðug. Hetta støðufestið – sonevndar kjarnuveitingar - fæst í dag í stóran mun frá oljuriknu verkunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo