Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tony Seba, altjóða viðurkendur framtíðargranskari á Stanford University í California, verður høvuðsrøðari, tá SEV skipar fyri altjóða ráðstevnuni, “100by2030”,  í Norðurlandahúsinum 27. og 28. september.

Veðurlagsserfrøðingurin hjá DR, Jesper Theilgaard, hevur eisini áhugaverdan virtuellan fyrilestur, umframt at stórar altjóða fyritøkur senda síni umboð til “100by2030”  

SEV varpar ljós á grøna elorku, nýbrot á elorkuøkinum, visiónir og veðurlagsbroytingar á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 27. og 28 september. Ráðstevnan, sum ber heitið “100by2030”, verður hildin, stutt undan at SEV fyllir 70 ár 1. oktober.

Høvuðsrøðari verður altjóða viðurkendi framtíðargranskarin, Tony Seba, frá Stanford University í California, sum t.d. metir, at tøkniligi framburðurin næstu árini verður so stórur, at olja ikki verður brúkt sum brennievni til flutning á landi longu í 2030. Umframt at undirvísa, ráðgeva og halda fyrilestrar er Tony Seba íverkseti við tilknýti til Silicon Valley.

Jesper Theilgaard, veðurlagsserfrøðingur á DR, hevur ein áhugaverdan virtuellan fyrilestur um veðurlagsbroytingar, har hann bæði viðger veðurlagsbroytingarnar í heimshøpi og við atliti at Føroyum og øðrum oyggjabólkum.   

Vatn, vindur, sól, sjóvarfall og orkugoymslur hava eisini sítt pláss í skránni. Fleiri altjóða fyritøkur senda umboð á “100by2030” at greiða frá grønum framtíðar orkuloysnum. Teirra millum eru týski vindmylluframleiðarin, ENERCON, og franski battaríframleiðarin, Saft Batteries. SEV og Orka hava hvør sín fyrilestur, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, setir ráðstevnuna, sum eisini verður kryddrað við videoinnsløgum og tónleiki.

- SEV vil fegin á ein lættan og hugtakandi hátt stuðla upp undir vitanardeiling innan grøna orku. Nýbrot og nýhugsan eru ein alneyðugur hugburður at hava næstu 15 árini, um málið um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030 skal røkkast, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

“100by2030” verður, sum nevnt, hildin 27. og 28. september. Seinna dagin fáa ráðstevnugestirnir  høvið at vitja vindmyllulundina í Húsahaga fyri at kunna seg nærri um battarískipanina og nýggju tøknifrøðina. Ráðstevnan endar við almennari móttøku í sambandi við, at SEV verður 70 ár 1. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo