Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Umhvørvisstovan hevur lýst leyst eitt loyvi til framleiðslu av vindorku í einum øki oman fyri Havnina, har ein vindmyllulund er frammanundan, og onnur er ætlað í næstum. Ein triðja vindmyllulund í sama øki beint nú fer at seta elskipanina undir óneyðuga stórt trýst.

- SEV hevur ongantíð fyrr kært eitt vindútboð, men fyri at verja elskipanina, síggja vit í hesum førinum ikki  annan møguleika enn at leggja málið fyri Vinnukærunevndina, sigur nevndarformaðurin.

Orsøkin til kæruna er í stuttum, at skeiva staðsetingin og skeiva ‘teimingin’ við hesum vindútboðnum hava við sær, at elveitingin verður ótryggari.

Stutt sagt, eru vansarnir, at:

- ov nógv óstøðug vindorka verður sett upp á sama stað – samstundis

- hetta setir elskipanina undir óneyðuga stórt trýst

- vandin fyri óstøðugari streymveiting og streymslitum økist munandi

- í mesta lagi 20% av nýggju vindorkuni kunnu fáast til høldar, men brúkarin skal rinda fyri 100%

- stórar eykaíløgur mugu gerast, sum annars ikki høvdu verið neyðugar, um staðsetingin var ein onnur enn Hoyvíkshagin

- vindútboðið merkir, at í tíðarskeiðnum 2022-2025 skulu SEV og brúkarin rinda uml. 109 mió. kr fyri at spara uml. 41 mió. kr. í olju

Eftir fleiri ferðir at hava gjørt vart við vansarnar við hesum vindútboðnum, og uttan úrslit at hava mælt Umhvørvisstovuni til at taka vindútboðið aftur, hevur SEV avgjørt at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni til Vinnukærunevndina.

- SEV hevur ábyrgdina av góðskuni og trygdini í elveitingini til føroyska samfelagið, og Umhvørvisstovan hevur við avgerð síni sett trygd og góðsku til viks, hóast tey eiga at vita betur. Tí kenna vit okkum tíverri noydd til at kæra, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.

Framferðin hjá Umhvørvisstovuni í hesum málinum er ikki í samsvari við elveitingarlógina; m.a. er lógarásetta ráðføringin við SEV ikki framd, og harumframt er kapping munandi avmarkað við einum slíkum útboði, har ongin annar sleppur framat økinum í Hoyvíkshagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo