Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað kann tykjast undarligt at ein Sambands-Fólkaflokks- samgonga, sum hevur tvíhildið um SEV-monopolið síðan SEV varð sett á stovn, nú vil sundurskilja netið frá stovninum. At SEV er ein tungur drongur at dansa við, er nokk rætt, men tá sama samgonga ongan langtíðar orkupolitikk hevur at vísa á, kann ivi verða um hvat endamálið man verða annað enn at privatiserað....flyta avkast niður í privatar lummar. Tað loysir onga orkuveiting og vil heldur ikki við vissu geva ein lægri kilowattkostnað, men kanska heldur gera støðuna verri enn hon er.

Ein millumvegur at fáa atgongd til netið, og annars fult gjøgnumskygni í SEV, er at politiska skipanin ger lóg har ein uttanveltaður stovnur / nevnd verður sett at goðkenna hvørjar privatar orkuætlanir skulu og kunnu bindast til netið...í samstarvi við SEV.

Rói B. Poulsen førur í grein fram at ravmagnskostnaðurin í landinum er tann hægsti í Europa. Tað er ikiki sætt tí Týskland hevur hægsta prís á uml. 2,31kr/kWtíma, meðan Belgia og Danmark eisini hava ein kostnað væl omanfyri 2,00kr/kWtíma. Svøríki hevur rættuliga ójavnan prís, ið til tíðir er góðar 2,5kr/kwtíma.

Íløgur skulu gerast í orkuveitingina, og tað í ólukkumát, skal sleppast undan at brúka fossila orku. Neyvan vil ein privat fyritøka seta 40-50milliónir upp eftir enda til eina royndarverkætlan sum t.d. sjóvarfallsorkuverk, har vandin er at verkætlanin fer fyri bakka, tí tøknin vísti seg ikki at rigga.

Stórar upphæddir verða neyðugar, ið ikki eru tøkar í landinum, og vil vandin tí verða at útlendsk feløg fara avstað við einum avkasti...sum vit síggja innan fiskivinnuna. Næst er at privat føroysk ravmagnsvinna velur at seta avkastið í t.d. hotelvinnu, uppisjóvarvinnu, alivinnu o.l....javnt sum tørvurin á ravmnagni til einstaka brúkaran vil minka...um so varð at politiska skipanin gjørdi átøk so privati brúkarin ikki hevi so stóran tørv á ravmagni.

Orkukarmurin til mestu orkunýtslu til upphiting stendur enn í stað...frá 2017, einki verður tosað um at avtaka mvg á solorku, eingin politisk ætlan er at áleggja almennari bygging krav at varandi orka t.d. sólorka SKAL á allar tekur, fyri at minka um fossilu orkuna á sumri.

Eingin ætlan er at privat kunnu keypa ein anpart í vindorkuætlan...ikki hundratals anpartar, men 1 ella 2 pr. matrikul. Og sum heild er heldur eingin lóg um lendisskipan við landsplanleging ella økisplanleging til hvar og hvussu orkuveitingin skal skipast.

SEV verður akkurát líka kolasvart í 2030 sum tað er í dag, men trupulleikin verður ikki loystur við at flyta eitt avkast yvir í privatar / útlendskar lummar.
Um so varð at SEV varð 100% grønt í 2030, og KOB varð stongt tí alt rusk varð endurnýtt og so at siga einki brent, kann spyrjast hvussu fjarðhitaskipanin í Tórshavn skal fáa til vega hita...har umleið 40% er orkutap í flutninginum til brúkaran. Skal vindorka og vatnorka brúkast til slíkt?....er gallskapurin so gott sum fullkomin.

Meðan avbjóðingin fyri orkuframtíðina er ovur stórur, velur politiska oppurtunisman / galskapurin at brúka 3 - 5 milliardir...rætti kostnaðurin 16 - 17 milliardir til ein undirsjóvartunnil, um slíkur skal nøkta trygdina, meðan einki verður til hindurs fyri at ein nýggjur Smyril ...og øll fiskiskipini koma at sigla á annan orkubera enn olju, ið verður neyðugt at fáa framt.

Orkusektorurin kann ikki samanberast við telesektorin, tað eru vítt ymisk infrakervi, og verður ravmagnsveitingin tí ikki loyst við privatari spekulatión ella einum afturlatnum SEV-stovni. Tað finnast aðrar loysnir, ið politiska skipanin opinbart ikki dugur at síggja....og er tað nokk har størsta avbjóðingin skal finnast.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo