Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Fleiri lærarar velja ikki undirvísa í kynslívi, tí teir sjálvir skammast um tað, og tí eigur tað at vera eitt krav, at sexualundirvísing er í framhaldsdeildini. Tað halda Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir, ungdómstinglimir; tær eru næmingar í Skúlanum á Giljanesi. Í viðmerkingum til málið siga tær, at børn og ung eiga at vita, hvat sex er, og tað nýtist ikki at vera eitt keðiligt evni at tosa um.

- At fáa betri sexualundirvísing minkar um sannlíkindini fyri, at ungar gentur gerast við barn, tí at tær ikki vita meira um sex og fyribyrging. Tað er eisini týdningarmikið, at dreingir fáa somu vitan um sexualitet og fyribyrging, tí hóast tað eru genturnar, ið bera barnið, so eru tað eisini dreingirnir, sum kunnu forða fyri, at tað hendir.

- Tað er eisini sera lítið undirvíst um menstruatión. Hetta er eisini nakað, ið er ógvuliga viðkomandi fyri bæði gentur og dreingir. Sum t.d. nær gentur hava størst møguleika fyri at verða við barn, og nær tær hava minst møguleika. Eisini er viðkomandi at vita, hvussu menstruatiónin er, so sum hvat hendir í kroppinum, tá ið man hevur menstruatión.

Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir leggja upp til, at sexualundirvísingin verður kravt evni í lívfrøði.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo