Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“If we had a hydrogen economy worldwide, every nation on earth could create its own energy source to support its economy, and the threat of war over diminishing resources would just evaporate.” Dennis Weaver.

Meðan neoliberalu knokkhøvdini í landsins leiðslu rysta í brókum og spyrja hvørjum vit skulu liva av, vísa framkomin samfeløg og stórfyritøkur kring okkum hvør framtíðin verður og... hvør treytin verður til at fáa til høldar tað vit og eftirkomar skulu liva av.

Royal Dutch Shell hevur í fleiri áratíggju havt egna granskingardeild nevnd Shell Hydrogen, og boðar felagið nú frá, at teir leggja seg eftir einari eygsýnligari skjótari øking og vøkstri innan efturspurning eftir hydrogen, ella vetni, sum tað nevnist á føroyskum. Felagið miðjar eftir at leggja seg millum framleiðarar av varandi orku og brúkarnar. Og tað er rættuliga snilt hugsað, tí ikki ber til at fevna um alt í einum.

Leiðslan í Royal Dutch Shell heldur ætlan sína loyniliga inntil 11. februar har teir vilja koma fram við almennari fráboðan.

Oljuframleiðsluna halda teir áfram við í skiftinum til grønu og varandi orkuna, og vilja sum frá líður hava trí megin orku-veitanarøki: Vetni, bio-brennievni og náttúrugass.

Sum Dennis Weaver, sáli, málber seg: Um vit høvdu ein heimsfevnandi vetnisbúskap, kundi einhvør tjó í heiminum sett í verk egnu orkuframleislu sum stuðul til búskapin, og hóttanir um kríggj orsaka minkandi fossila orku, vildu hvørva sum døgg fyri sólina.

Og júst tað er onnur orsøkin at fossilu knokkarnir hvørki eru til at høgga ella stinga í. Kríggj og innrásir í londum har olja er at finna, hevur verið megin orsøkin hjá NATO og USA at bumba frá hond.

Eg fari at takka Oljan.fo fyri gott áræðið og nógvar áhugaverdar greinar um oljuídnaðin, og eisini góðar greinar um varandi orku, og ynskja honum og  landsins kosnu fossilum vælkomnar inn í nýggju grønu øldina.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo