Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Klokkan 20.30 í kvøld var Vestanstevnan sett, sum er í Sandavági. Petur Elias Petersen setti stevnuna í heimbygdini.

Góðu stevnugestir, góðu vágafólk

Tað kennist mær ein heilt serligur heiður at seta Vestanstevnuna í kvøld. Sum sandavágsmaður havi eg kenst við stevnuna alt mítt lív. Og hóast eg flutti av bygdini og oynni fyri mongum árum síðani, er vestanstevnan framvegis ímyndin av summarstevnunum, sum eg minnist tær, eins og lívið og fólkið her í Sandavági hevur givið mær gott í beinið og myndað meg sum persón. Eg vitji sjálvandi javnan her vesturi, men tað er nakað heilt serligt at koma heim til stevnuna.

Vágastevnan hevur røtur heilt afturi í 1945. Tá vóru liviumstøðurnar, og ikki minst flutningsmøguleikarnir, heilt øðrvísi enn nú. Tað var við Ólavi at komið varð á Fútaklett og seinni við Bragd og SAM, um Vestmannasund, og fólk komu á stevnu í fleiri dagar. Eins og nú var ítrótturin miðdepilin í stevnuni, men stevnan hevði eisini stóran sosialan týdning. Fólk vitjaðu aftur í heimbygdini, slektir høvdu høvi at hittast, og ítróttafólkini, sum mangan bæði ótu og gistu hjá teirra kappingarneytum, knýttu vinarbond fyri lívið.

Stevnan hevði eisini tann týdning, at í vinarligari kapping kundi hon brýna fólk kring landið at kenna og virða hvønn annan.

Vestanstevnan, sum eg minnist hana, var ein av 5 summarstevnum. Smyril silgdi vanliga vestur við róðrarfólki og stevnugestum. Lagt varð at í Miðvági, og so varð róð til Sandavágs. Róðurin var eitt av hæddarpunktunum á stevnuni, tá sonn innrás var av ungum knáum róðrarfólki.

Stevnuróðurin hevði í Sandavági, eins og í øðrum bygdum kring landið, avgerandi týdning fyri, at róðrarfólk varð sett við, ættarlið fyri ættarlið. Samstundis var tað kanska serliga hóskandi fyri ítróttargreinina kappróður, sum er bygd á gamla siðbundna róðurin til útróðrar ella sum skjúts millum oyggjar, at hesin eisini fór fram á sjógvi, sum okkara forfedrar høvdu sum fyritreytir í lívi sínum. Tað er nógv til av vælhildnum hallargólvum og graslíkisvallum, sum síggja nýslignir út sjálvt á hávetri. Róðurin hevur røtur aftur í lívsneyðugum flutningi, sum á fyrsta sinni førdi fólk til Føroya, og sum síðani hevur verið sjálvt lívsgrundarlagið.

Siðbundna summarstevnan hevur verið undir trýsti seinastu árini. Festivalar og onnur stór mentanar- og frítíðartiltøk kappast um vikuskiftini um summarið, og mestsum hvørt vikuskifti eru fleiri stór tiltøk í senn.

Samstundis hevur fasta sambandið millum størru oyggjarnar havt við sær, at fólk kunnu ferðast skjótt úr bygd í bygd, og soleiðis luttaka í pørtum av fleiri tiltøkum sama vikuskifti.

Fyrr ótu stevnugestir heima hjá fólki í bygdini. Nú er vanlingt at síggja róðrarfólkið koma í síðstu løtu og at fara heim, so skjótt teirra róður er av.

Eg hugsi tó, at vit eiga at hjúkla um siðbundnu summarstevnuna. Hon hevur í grundini nógv av tí, ið onnur størri tiltøk, ið mangan eru innflutt uttan úr heimi, skjótt kunnu koma at mangla.

Í strembanini eftir alt størri tiltøkum og stjørnum, hørðum ljóðið og ljósi, mangan við vinningi fyri eyga, er skjótt at gloyma kjarnuvirðini í siðbundnu summarstevuni: samanhald í bygdini, tiltøk, har luttakandi ungdómarnir eru stjørnurnar, møguleikin at hitta ætt og næstrafólk og jarðbundna prátið um leyst og fast. 

Stevnan var og er enn ein hátíð, sum bygdin fyrireikar seg til. Fólk hampa um og gera ymiskt viðlíkahald. Og tað sæst á øllum brøgdum, at hetta framvegis er so. Mín kæra heimbygd hevur sjálvdan verið vakrari. (Tað kunnu eisini vera eygu míni, sum við aldrinum síggja heimbygdina í einum fagrari ljósið.)

Hesaferð verður eins og seinast skipað fyri einari festligari og litríkari skrúgongu. Bygdin er býtt upp í 7 øki, ið hvørt er prýtt við sínum liti. Vit verða við hesum mint á fjølbroytni í bygdini og á lokalu styrkina í ymsu grannaløgunum.

Hóast vit skulu liva í nútíðini og royna at mynda framtíðina, er gott við hvørt at minnast aftur á úr hvørjum bergi, vit eru brotin. Sandavágur er sambært fornfrøiini frá víkingatíðini. Rúnarsteininum, sum funnin varð í Eingjartoftum, vísir á at í 1200-talinum bygdi Torkili Ønundarson har. Bygdin var løgmansbygd í tíðarskeiðinum 1555 til 1816 og var løgmanssetrið á Steig.

Bygdin hevur fostrað mætar menn sum VU Hammershaimb og Jens Paula Heinesen, og enn í dag hava vit livandi legendur sum hetjuna frá bragdinum í Landskrona í 1990, Torkil Nielsen, ímillum okkum. Hans Andreas Djurhuus, sum var lærari í Sandavági frá 1909 til 1916 yrkti fleiri av sínum yrkingum her í bygdini, m.a. vældámda sangin um skortlittu kúnna við garðalið. Hann var ógvuliga góður við Sandavágs bygd og vóru fólk í bygdini glað um hann. Hann var eisini við til at stovna ungmannafelagið Vón, sum var virki her í bygdina í langa tíð.

Mangt klípi er lagt til varðan Sandavág. Sandavágssangurin, og bøkurnar: Sandavágssøgan, sum Ludvík Petersen skrivaði og Av fjalli at fjallastrond, sum Heini F. Petersen og Jóannes Heinesen, á Lofti, skrivaðu og góvu út í 2010. Eisini hevur Heini F., saman við Dánjali Poulsen, skrivað bók um Vága samferðslusøgu, sum kom út í 2013, har samferðsluviðurskiftini í bygdini eisini vera umrødd.  Varðin er tó serliga tað fólki, her býr, og sum hevur búð her øll hesi ættarliðini.

Kærleikin til bygdina, hegni og stoltleiki hava merkt hana - og sæst hetta millum annað aftur í heiðrinum sum best røkta bygd í Føroyum, sum bygdin tríggjar reisur hevur vunnið.

Vit kunnu eisini frøast um, tað grør um gangandi fót. Bygdin er vaksin seinastu árini og serliga síðani tunnilin kom. Fleiri hús vera bygd nú, og útstykkingar vera gjørdar, soleiðis at tað skal bera til hjá komandi ættarliðum og tilflytarum at búseta seg her. Tað er eisini at fegnast um at fleiri tilflytarar hava valt at seta seg niður her.

Fyrr vóru fleiri handlar, ið seldu matvørur, klæðir, innbúgv v.m., eins og kafeteria og kioskir vóru í bygdini. Eisini høvdu vit okkara egna bakarí. Nú er bert ein matvøruhandil. Men við tíðini verður óivað meiri handilslív í bygdini aftur. Tað ræður bert um at finna røttu nischuna og rætta marknaðin.

Tað, sum í stóran mun myndaði okkum sum børn og ung, aftrat uppalingini í heiminum, var stóra felagslívið í bygdini, umframt ítrótt og talv, høvdu vit Losjuna, Bláa kross, ungdómsmøtir, og skótar í eitt styttri tíðarskeið.

Vinnulívið var nokk meira fjøltáttað fyrr enn nú. Eg minnist t.d. Vilma, Kovan, flakavirkið og fiskaarbeiðið, timburhandil og fleiri skip og reiðaravirksemið. Hóast vinnuligt virksemi kring landið er savnað í alt størri eindir, og tí ikki er at finna í hvørjari bygd, kunnu vit t.d. fegnast um, at vit við Luna hava fingið lut í stórari og týðandi vinnugrein. Enn er eisini reiðaravirksemi í bygdini, eins og annað vinnulív.

Vit kunnu somuleiðis fegnast um, at hond verður tikin um fleiri av minnunum her í bygdini. Kirkjan stendur so prýðilig sum fyrsta dagin. Og pakkhúsini hjá Jegvan Elias Thomsen, handilsmanni og reiðara, og fiskastykkið verða nú sett í stand. Úti á Gjógv var nógv fiskaarbeiði fram til 1972. Hetta er gott og neyðugt átak fyri at søgan hjá okkara kæru bygd kann blíva varðveitt.

Sandavágs Ítróttarfelag hevur verið savnandi í bygdini og stóð í nógv ár fyri øllum ítróttarligum virksemi á staðnum, so sum hondbólti, fótbólti, kappróðri og kropsvenjing. Nú eru bert hondbóltur og róður eftir í SÍF.

Afturat ítróttarliga virkseminum var SÍF miðdepilin í teimum tiltøkum, sum blivu skipaði fyri alla bygdina, ikki bert ítróttina. Nevnast kunnu tiltøk sum nýggjárshald, føstulávintshald, seinsummardagur, veitslur og dansur.

Samanhald og felagsandi merkti Sandavágs Ítróttarfelag, sum í røttum javnstøðuanda hevði 5 kvinnur og 5 menn í nevndini. Javnstøðan var natúrlig, og varð víst í verki - hetta var væl at merkja, áðrenn øll fóru at rópa um javnstøðu.

Vit hava eisini havt gott samstarv við vinir okkara í Trótti úr Neskaupstaði, eitt samstarv, sum Sigurð tók stig til fyri fimti árum síðani.

Fari til seinast at heita okkum øll, hvør í sínum lagi, at minnast við takksemi tey, ið undan okkum gingu og farin eru. Bygdin og tann mentanin, sum vit eru við til at hátíðarhalda á stevnuni, er ikki bara tey, sum her liva og virka í dag, men eisini tey, sum hvør í sínari tíð og eftir førimuni vóru við til at laga tann varða, sum Sandavágur er.

Eg fari at enda at takka tykkum, sum skipa fyri stevnuni, tøkk til tykkum, sum lýddu á, og við hesum orðum er vestanstevnan 2018 sett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo