Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

SÍ – Mjølnir 3-0 (25-14, 25-10, 25-18)

Søga varð skrivað á Giljanesi í dag, tá ið fyrsti stórsteypadystur nakrantíð í flogbólti varð leiktur. Og kvinnurnar í SÍ kunnu í minst eitt ár kalla seg einastu stórsteypavinnarar í flogbólti í Føroyum.

SÍ nógv sterkari
Kvinnurnar í SÍ byrja nýggja kappingarárið við somu góðu taktum, sum tær vístu síðsta kappingarár eftir at tær fingu Juliiu Kuvshinova inn á liðið nakað inni í kappingarárinum. Rajko Petrovic venjari hevur nógvar stinnar leikarar at taka av, og úr Drátti er Sissal Ellefsdóttir komin aftur, so SÍ liðið er enn sterkari enn áður. Og tað fingu FM-vinnararnir í Mjølni sanniliga at føla, tí SÍ-kvinnurnar vóru bara omaná og ruddiliga tað.

SÍ er FM-favorittur
Nú skal júst hesin dysturin takast við øllum møguligum fyrivarnum, tí meðan SÍ-liðið kundi stilla í sterkastu uppstilling og tykist longu nú vera í góðari venjing, var liðið hjá Mjølni merkt av, at hvørki hevarin Alinka Adamenya ella Sofía Purkhús frá FM-liðnum í fjør vóru við. Alinka verður við aftur, men verri er við Sofíu, sum neyvan spælir í ár. Tað er stórur missur hjá Mjølni, men unga ættarliðið, sum nú verður spælt inn, hevur góðar vónir og skal nokk fara at býta frá sær.

SÍ harafturímóti má metast sum ein at sterkastu FM-favorittunum. Liðið hevur alt, sum skal til bæði í dygd og breidd, og hevur nógv mest vinnandi venjaran í Føroyum í Rajko Petrovic. SÍ verður liðið, sum øll hini koma at renna aftaná hetta kappingarárið og skulu royna at vinna seg framum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo