Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað gleðir meg at frætta, at so nógv hava viðmerkt greinarstubban hjá mær um ampar av Havsbrún v.m. á Vágaportalinum (Eri ikki sjálvur á facebook).

Skal eg siga sum er, so er tað ikki so nógv fyri mína egnu skuld, at greinin var skrivað, havi nú havt Havsbrún sum nærmasta granna niðan fyri vegin í hálva øld og eri vorðin so mikið súrgaður av lukti og útláti haðani, at tað líka sum hoyrir til, og so eri eg vorðin so mikið deyvur við árunum, at larmurin heldur ikki órógvar meg stórvegis longur.

Tað, sum órógvar meg, eru tær ábendingar, sum nú koma til sjóndar.

Tey ungu í dag eru ikki líka staðbundin og heimkær, sum mítt ætttarlið var. Tú sært tað t.d. í ítrótti. Ein góður fótbóltsspælari kennir seg ikki longur bundnan at tí liðinum, har hann er aldur upp, men velur tað liðið, har tað loysir seg best fíggjarliga hjá honum at spæla.

Eisini hava tey ungu verið von við at vera saman við næmingum úr øðrum bygdum alla sína skúlagongd og hava vunnið sær vinir tvørtur um kommunumørk.

Alt gott um hetta, men hendan gongdin ger eisini, at tey ungu heldur ikki taka somu atlit sum vit, tá íð tey skulu seta búgv.

Nú hava øll bil, og tað hevur ongan týdning um tú koyrir 5 minuttir longri ella styttri til arbeiðis.

Eingin, sum hugsar seg um, velur sær tí ampar til, tá íð hann skal seta búgv, og hetta sæst í hagtølum úr Fuglafirði í ólukkumát.

Síðan mitt í 80-unum er næmingatalið í barnaskúlanum í Fuglafirði minkað við eini helvt, skúlaárið 2005-06 var næmingatalið í barnaskúlanum 176, skúlaárið 2019-20 er næmingatalið 138, ella ein minking hesi seinastu 15 árini uppá runt roknað 22% (sí niðanfyri).

Havsbrún fæst við tungan ídna, íð av síni natúru ongantíð verður førur fyri at lúka tey krøv, sum altjóða reglugerðir seta fyri útlát, lukt og larm í einum blandaðum ídnaðar- og íbúðarøki, sostatt verður ampin av virkinum tess størri, tess størri virkið verður.

Hetta er eisini grundin til, at tungur ídnaður aðrastaðni verður lagdur í óbygdum í eitt ídnaðarøki burturav, har tungi ídnaðurin kann virka frítt, uttan at vera til ampa fyri nærmastu sethús. 

Tí er tað avgerandi fyri okkum í grannalagnum, at Havsbrún, júst nú teir skulu gera so stórar íløgur og tvífalda framleiðsluna, og júst nú einki grundøki er at byggja á, tí havnarlagið á Høvdanum í Fuglafirði longu er meira enn fult útbygt, og at tað verður so dýrt at víðka, tí har er so djúpt.

Tað verður avgerandi fyri framtíðarútlitini hjá Fuglafirði, at Havsbrún júst nú velur sær annað grundøki í óbygdum til sína stóru nýggju verksmiðju, har teir kunnu virka fríari uttan at vera til ampa fyri nærmastu sethús.

Hendir hetta, so vænta vit, at tað fer at bera til at venda skeivu gongdini við minkandi ungfólki í arbeiðsførum- og burðarbúnum aldri og við minkandi næmingatalinum í barnaskúlanum í bygdini.

Men hendir hetta ikki júst nú, og Havsbrún sleppur at halda áfram at vaksa á sama hátt og á sama stað, verða amparnir av virkinum at enda so mikið stórir, at bygdini verður ikki lív laga.

Barnatalið  frá 1.- til 7. flokki í Fuglafjarðar skúla árini 2005-2020, kelda: hagstovan.fo

05/06: 176
06/07: 172
07/08: 173
08/09: 165
09/10: 160
10/11: 144
11/12: 152
12/13: 142
13/14: 143
14/15: 140
15/16: 140
16/17: 142
17/18: 149
18/19: 141
19/20: 138

Niels Midjord

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo