Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Badmintonsambandið: Dýrabiðidag blivu innleiðandi umførini í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki leikt í Badmintonhøllini í Havn, har síðstu luttakararnir til KONTRAST FM finalurnar leygardagin blivu funnir. Áleið 100 dystir blivu leiktir, áðrenn tey seks síðstu pørini av leikarum høvdu kvalifiserað seg til finalurnar.

15 ára gamla Julianna í finaluni í tvímansleiki
Í tí einum hálvfinaluni fyri vaksnar kvinnur leikti 15 ára gamla Julianna í Heiðunum saman við Miriam í Grótinum ímóti tvíburðasystrunum Mia og Sanna Thorkildshøj, har Julianna og Miriam vunnu sannførandi í tveimum settum. Í hinari hálvfinaluni vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF ímóti Sissal Thomsen og Adhya Nandi úr HBF í tveimum settum. Soleiðis verður fyrsta finalan leygardagin í Hoyvíkshøllini klokkan 10 ein finala millum Havn og Klaksvík, har Julianna og Miriam umboða HBF, meðan Bjarnhild og Lena Maria umboða KBF.

Wong og Erland møta Rúna og Magnus
Serliga undirhaldandi gjørdist tað at fylgja nýggja harraparinum Fai Yin Wong, leikandi venjara hjá HBF, og 40 ára gamla Erland Poulsen, HBF, sum hevur umboðað Føroyar á Oyggjarleikum fimm ferðir. Og teir vunnu sær eisini pláss í finaluni við at sigra í trimum settum á Árant á Mýruni, MBF, og Ari Miné Jacobsen, KBF, í hálvfinaluni. Hina hálvfinaluna hjá monnum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster úr HBF ímóti Magnus Gaard, HBF, og Aksel Poulsen, HBF, í tveimum settum. Harrafinalan í tvímansleiki verður spæld leygardagin klokkan 10:40 í Hoyvíkshøllini.

Rúni og Miriam møta Wong og Eiru
Annað árið á rað vunnu Rúni Øster og Miriam í Grótinum úr HBF pláss í finaluni í blandaðum tvímansleiki. Tað gjørdu tey við at vinna trygt á Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF og Magna Jóhansson Hansen, ÍF, í tveimum settum. Í finaluni møta tey 15 ára gomlu Eiru Petersen og Fai Yin Wong úr HBF, sum vunnu spennandi hálvfinaluna í trimum settum ímóti Miu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen úr HBF. Finalan í blandaðum tvímansleiki verður spæld leygardagin áleið klokkan 11:20.

Finalistarnir í einmansleiki eisini klárir
Hósdagin blivu innleiðandi umførini í einmansleiki spæld. Í kvinnufinaluni leygardagin klokkan 14 spælir Miriam í Grótinum, HBF, ímóti Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF. Í finaluni hjá vaksnu monnunum leygardagin klokkan 15:45 spælir Árant á Mýruni, MBF, ímóti Jónas Djurhuus, HBF. Tað er fyrstu ferð, at teir báðir hava vunnið sær pláss í finaluni í einmansleiki.

Kringvarp Føroya vísir finalurnar seinnapartin beinleiðis í sjónvarpinum, har finalurnar í borðtennis og judo eisini vera at síggja. Øll eru hjartaliga vælkomin í Hoyvíkshøllina leygardagin, har finalurnar fara í gongd klokkan 10.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo