Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Teir sum eru nógv á sjónum síggja framvegis nógva deyða súlu ímillum oyggjarnar, serliga nærhendis Mykinesi, har súlan eigur, og so har sum hon annars plagar at vera, tá hon veiður.

Lítið man vera at ivast í, at tað er fuglakrímið, sum eisini herjar í eitt nú Hetlandsoyggjum og aðrastaðni við, ið ger um seg her hjá okkum eisini.

Í farnu viku segði Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi, sum plagar at vera ímillum teir sum skipa fyri súluveiðuni, at teir hava tikið avgerð um ikki at taka súlu í ár. Hann undraðist tó yvir, at onki hevur verið at frætt frá almennari síðu um, hvat rættast er at gera.

Eisini menn sum eru vanir at taka havhest hava sagt seg ivast í, um tað er rætt at fara eftir havhesti í ár, tí havhestur hevur áður verið fongdur við sjúku, sum kann vera vandamikil fyri fólk.

VP vendi sær í síðstu viku til Birnu Mørkøre, landsdjóralækna, sum tó er í summarfrí. Boðini vóru at senda spurningarnar skriftliga. Teir eru tó enn ikki svaraðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo