At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sigtór Asbjørn Petersen, sum stóð við róðrið seinastu dystirnar hjá 07 Vestur, hevur nú undirskrivað avtalu, sum inniber at fyrrverandi leikarin verður hjálparvenjari hjá Paula Poulsen.

Júst farna kappingarár var 5. árið, 26 ára gamli Sigtór spældi fyri 07 Vestur. Hesa tíðina, síðan, heilt síðan felagið varð stovna áðrenn kappingarárið 2008, hevur hann spælt akkurát 100 dystir. 

Hetta árið var tað málríkasta hjá Sigtóri, sum var fluttur fram í álopið miðskeiðis í kappingarárinum. Vanliga hevur hann spælt í vinstru síðu, antin á bakkplássinum ella á miðjuni. Hann gjørdist 3. besti málskjútti við 9 málum, tríggjar ferðir so nógv sum í besta áður, 2008. Hann hevur nú skotið 14 mál íalt fyri felagið.

- Fyri felagið hevur tað alstóran týðning, at vaksnu leikararnir halda fram. Vit fegnast tí um at Sigtór ynskir at verður við okkum framyvir og ynskja tillukku við avtaluni! sigur 07 Vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo