Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hvørki í Føroyum ella uttanlands eri eg á míni arbeiðsleið komin fram á eitt fólk, ið dugir so væl at síggja fram í tíðina og at fremja ætlanirnar í verki.

Tá eg byrjaði sum sjálvstøðugur fyri meira enn 30 árum síðan, var mítt sterka bakland í Eysturoynni, serliga í Fuglafirði. Herðar eg fekk møguleikan at stiðja meg uppat. Framburðsmenn, ið breyðføddu lokalsamfelagnum og bygdu land, ikki bert í Fuglafirði, men í øllum Føroyum. Tað er við virðing eg minnist teir.

Ja tað kennist undrunarvert at ein lítil bygd hevði slíkar vinnulívsmenn: Oddfríð Haraldsen, Kára Johannesen, Sigfríð Vørðhamar, Petur Larsen, Jóannes Thomsen, Andreas á Lava, menninir aftanfyri Vónina og aðrar. Flestu teirra eru ikki her á fold longur – og flestu fóru í bestu árum. Ein av teimum, Sigurð Simonsen bleiv 80 ár í vikuni.

Sum ungur var tað ein fragd at vera saman við teimum. Lívsroyndirnar stóðu skrivaðar djúpt í andlitunum. Allir høvdu havt vinnuligt viðrák og mótrák. Teir blivu mínir vinnuligu gubbar. Lærdómurin, eg fekk frá teimum, fekk so ómetaliga stóran týdning fyri meg á lívsleiðini.

Mangan hugsi eg: koma slíkir menn aftur? Kanska er tað hesir menn, ið hava lagt lunnar, so Fuglafjørður í dag er ein fyrimynd og eitt tað størsta fiskivinnuliga kraftsentrið í heiminum.

Millum fyrstu kundar mínar í 1991 var Sigurð Simonsen. Uppgávurnar við Boðasteini og Alilaksi vóru spennandi. Her møtti eg einum manni, sum hugsaði øðrvísi enn flest onnur vinnulívsfólk. Sigurð hugdi eftir møguleikum heldur enn forðingum. Tað besta var, at Sigurð altíð leitaði eftir hollari vitan. Hann vildi kanna og lýsa ætlanirnar fyri at minka um váðan. Nýggj fiskasløg, nýggjar veiðileiðir, nýggj framleiðsla, nýggir marknaðir og alternativ laksa- og sílaaling. Á skrivstovuni hingu mangan spennandi tekningar á vegginum. Tað var altíð áhugavert at tosa við Sigurð.

Risastóru goymslutunlarnir í fjallinum er ein varði um ein visjoneran mann.

Sigurð hevur lært meg nógv um fiskiskap, fiskastovnar og havstreymar. Tað er við áhuga, eg havi lurtað, tá Sigurð hevur greitt frá síni lívsleið og eygleiðingum sum skipari og sjómaður í Ný Fundlandi og Norðsjónum, men serliga royndirnar, hann gjørdi sum skipari á Giljanesi fyri umleið 40 árum síðan. Og sum reiðari á Boðasteini í 1990´unum, tá búrfiskaveiðan bleiv ment í altjoða sjógvi.

Sigurð fór upp í lokalpolitikk og bleiv formaður í hamvnanevndini. Seinni bleiv Sigurð borgarstjóri og kommunupolitikari burturav.

Nógv – serliga fuglfirðingar - hava skírt fleiri av ætlanum hansara sum vinnulívsmaður og sum borgarstjóri fyri at vera vitleysar. Mangan eri eg sprurdur: “Hvussu ber tað til, at fuglfirðingar eru so nógv ímóti havnaútbyggingunum”, undirforstaðið, hví eru tey ímóti Sigurði.

Í heimbygdini bleiv mótstøðan stór millum bygdafólkið - og onkran á keiøkinum.

Sigurð tekur mangan til: “Teir byggja land” og tá er ein neisti í eygunum. Og er mótgangurin harður, og kanska kennist órættvísur, so kemur ein stuttur innskotin setningur, “og onnur vilja bróta niður”. Sigurð, tú hevur bygt land alt títt virkna lív.

Hvønn morgun kann tú stoltur hyggja eftir virkseminum á fjørðinum og yvir Fuglafjørð. Nógv er sprottið í tínari tíð á brúnni.

Til lukku við 80 ára føðingardegnum

Óli Samró

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo