At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Poul Jóhan Djurhuus skrivar: Samkoman í Siloa í Fuglafirði hevur í fleiri ár givið út eitt mánaðarligt samkomublað, sum Páll á Lakjuni hevur ritstjórnað.

Blaðið eitur Siloablaðið, og  hevur 4 síðir í A5 stødd. Blaðið kemur út seinast í mánaðinum, og høvuðsendamálið er at kunna um møtir og annað virksemi í samkomuni tann fyristandandi mánáðin.

Í januarblaðnum stendur, at tað verða tveir vitjandi talarar á møtunum. Sunnukvøldið 17. januar kl.18.00 og mikukvøldið 20. januar kl.19.30 fær samkoman vitjan av Absalon Absalonsen, sum fer at tala um evnini: Umvending og tænasta Paulusar og Lív Paulusar eftir Ápostlasøguna.

Eisini fær samkoman vitjan úr Hirtshals. Tað er Annfinnur Norðbúð, ættaður úr Klaksvík, men hevur búð mong ár í Hirtshals. Hann fer at tala mikukvøldið 27. januar kl.19.30 og evnið verður hirðatænastan.

Á baksíðuni á Siloablaðnum er altið ein grein, sum Páll á Lakjuni hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo