Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnukvøldið kl. 20 verður konsert við Siloakórinum stroymd úr Siloa í Fuglafirði.

Kórið, sum hevur nógv ár á baki, og sum mest syngur til møtir í samkomuni, er eisini kent fyri at hava einstakar konsertir.

Og konsertirnar, kórið plagar at hava undan jólum, hava verið sera væl vitjaðar. Men soleiðis verður ikki í ár.

Ætlanin var at hava 2 konsertir við áhoyrarum sunnudagin og at halda seg innan fyri tilmælini, ið tá vóru, men hesi vórðu síðani herd, og tessvegna máttu onnur ráð takast.

Tí hevur kórið avgjørt at stroyma árligu jólakonsertina á netinum. Samkoman í Siloa hevur júst fingið nýggja útgerð til at varpa møtir og onnur tiltøk út á netið, og tí var hildið, at júst hetta høvið var gott til at royndarkoyra útgerðina við.

Á konsertini syngur kórið bæði siðbundnar jólasangir og jólasangir av eitt sindur nýggjari uppruna. Bárður á Lakjuni verður eisini við og syngur  nøkur løg á konsertini.

Konsertin er at finna á Facebook-síðuni við navninum ”Siloa í Fuglafirði”, og haðani ber eisini til at fara út á Youtube at lurta, har ljóðgóðskan er betri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo