Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi altíð undrast yvir hví miðlaheimurin so opinlýst hevur valt at taka ta avgerð sum er, at lúgva fyri fólkinum hjartaleyst, kensluleyst og uttan samvitskubit. Hvat var prísurin hjá tykkum fyri at selja tykkara sálir til óndskapin á henda háttin? Hetta eg komi við, áttu sannir journalistar at havt avdúkað fyri langari tíð síðani. Handan lygilínan hjá tykkum verður tung nú at draga inn aftur.

Og so til sjálva sakina, um tit nú hava dirvi til at síggja fakta í eyguni?

So kom avdúkingin endiliga. Hetta kann ikki tulkast sum annað enn eitt endaligt prógv fyri, at Covid19 ikki eksisterar í veruleikanum. Tí úttalilsi her kemur beint frá tí í Danmark so maktfulla Statens Serum Institut, sum eru bidnir at framvísa dokumentatión fyri eksistensinum av SARS-CoV-2, sum tað verður pástaði er orsøkin til COVID-19.

Niðurstøðan ljóðar soleiðis:

”Statens Serum Institut kan oplyse, at vi nu har foretaget en journalsøgning efter dokumentation der har overbevist Statens Serum Institut om den reelle eksistens af SARS-CoV-2, den påståede årsag til Covid-19, og desuden har vi på anden vis forsøgt, at lokalisere relevante dokumenter."

(og so til tann týdningarmesta setningin)

”Statens Serum Institut kan konstatere; at vi ikke er i besiddelse af de ønskede dokumenter.”

Viðmerking: Her verður sagt, at SSI hevur gjørt "en journalsøgning" og harafturat "på anden vis forsøgt, at lokalisere relevante dokumenter.” Tvs. at tað kann ikki skiljast sum annað enn, at SSI hevur leitað á øllum fakligum heimasíðum og har afturat søkt um svar frá øllum relevantum stovnum, sum arbeiða við at prógva eksistensin av Covid-19.

Og tá teir einki finna nú 6 mánaðir eftir, at tað SKULDI verið prógvað, so eksisterar dokumentatiónin ikki sum kundi tala fyri, at SARS-CoV2/Covid19 eksisterar.

Og eksistensurin av hesi dokumentatión var ein fortreyt fyri, at man fyri 6 mðr. síðani kundi rættvísgera og seta í verk eitt LOCKDOWN.

Hervið er fuppnummarið skotið í senk.

Hvat fara tit at gera nú, tit svindlarar, tit sum stýra landi, kirkjum og samkomum v.m.?

Eru tit ikki komin so langt út í tykkara egna óndskapi, at tað er vorðið nærum ógjørligt hjá tykkum at umvenda tykkum og trúgva á evangeliið?

Tað nyttar so lítið at játta Jesus Kristus sum Harra við munninum, meðan hjarta hevur úr at gera við at verja lygnina.

Tann vegurin førir ikki til Himmals!

Dokumentið frá SSI er viðheft - trýst her

Símun A Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo