Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Varaskúlastjórin í Skúlanum á Argjahamri, Símun Abrahamsen, legði í dag frá sær. Í tí sambandi var hátíðarhald í skúlanum, har m.o. borgarstjórin helt røðu.

Heðin Mortensen helt hetta vera eitt sindur bakvent í dag, tí tá hann vanliga hevur vitjað á Argjahamri til tiltøk, so plagdi tað altíð at vera Símun, sum legði øllum okkum lag á og skipaði fyri.

- Men í dag mást tú so finna teg í at vera mittpunkt sjálvur – og tað er í evstu løtu, nú tú rýmir frá okkum. Seinasti arbeiðsdagur hjá tær er í dag, so nú mugu vit øll royna at gera dagin so hugnaligan fyri teg sum gjørligt.

- Tú byrjaði í Argja Skúla í 1998 og flutti so við niðan í Skúlan á Argjahamri í 2011 – tú hevur sostatt arbeitt saman við trimum ymsum stjórum hetta tíðarskeiðið. Sostatt hevur tú upplivað stórar broytingar og í stóran mun eisini verið við til at skapt broytingarnar.

- Onkur hevur til stuttleikar roynt at spurt nakrar av tínum starvsfeløgum, um tey kundu lýsa teg við einum orði.

- Svarini liggja frá, at tú ert originalur, empatiskur, bíbilskur, estetiskur, vitugur og hjálpsamur – líka til at tú ert søgufróður, góður røðari, orðasnillingur, hittinorðaður og bæði stuttligur og fittur.

- Og so staðfesta tey sum við ein munn, at skrøggari ert tú avgjørt ikki. Men tú ert hugnaligur og hevur hjartað á røttum stað, segði borgarstjórin.

---

- Sagt er, at tað at undirvísa børnum er hægsti formur fyri optimismu. Nobelheiðurslønarvinnarin John Steinbeck segði einaferð, at lærarar vóru størstu listarfólk yvirhøvur, tí teirra lørift var okkara sinni og sál.

- Uppgávan er ikki løtt, tí - fyri at taka gamla Aristofanes við eisini - so ber slett ikki til at læra ein krabba at ganga beint. Men krabbar duga so nógv annað.

- Og størsti lærarin av øllum - Sokrates - fór so langt sum at siga, at hann ikki kundi læra nakran nakað sum helst - men hann dugdi hinvegin at fáa fólk at hugsa sjálvi.

- Og í sama anda segði Albert Einstein, at hann als ikki undirvísti sínum næmingum - hann skapti bara best hugsandi umhvørvið við best hugsandi atstøðum at læra.

- Og soleiðis er helst við lutfallinum millum tykkum lærarar og skúlastjórar og okkum politikkarar. Vit royna eftir førimuni at skapa frægasta umhvørvið til tykkum og næmingarnar at virka í - tað eru tit og næmingarnir, ið skulu fylla karmarnar.

---

- Grundvøllurin undir okkara framtíð er okkara børn og okkara ungdómur, tí áliggur tað okkum øllum, sum eru við til at mynda framtíðina í politikki og á annan hátt, at skapa umstøður og møguleikar, soleiðis at vit øll eru við í framburðinum og menningini.

- Vit ynskja øll ein skúla, sum gevur børnunum bestu møguleikar at trívast og mennast. Hetta er eisini mangan avgerandi, tá ung og virkisfús foreldur í dag gera av, hvar tey skulu búgva og virka. Og fólkaflytingin bendir á, at tað er júst her, tey vilja búgva.

---

- Útskifti fara regluliga fram tykkara millum, onkur leggur frá sær og onnur koma ístaðin.

- Góði Símun.

- Tú hevur havt eitt fjølbroytt lív higartil. Føddur og uppvaksin á Strondum, har tú eitt skiftið í hálvfjersunum vart vikarur. Tú tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1994 og vart lærari bæði á Fossanesi, á Eiði og í teldufyritøkuni Data í eini 10 ár, áðrenn tú komst í Argja skúla.

- Og her á Argjum hevur tú so verið síðan. Men tú ert ungur enn, so eg ivist ikki í, at tú fært tíðina at ganga. Áhugar hevur tú nógvar og abbabørnini skulu sjálvandi røkjast – og tað fært tú tíð til nú.

- Eg havi hoyrt, at tú ert óførur at dansa – tað fært tú so eisini stundir til nú, uttan at hugsa um at skula rætta stílar ella at skulu uppaftur morgunin eftir at fara í skúla!

- Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hevur tað stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Eg fari tí at takka tær hjartaliga fyri tína drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi. Vit eru sera takksom fyri alt, sum tú hevur givið skúlanum.

- Men tú hevur nú tikið títt tørn, so tað skal vera tær væl unt, at tú nú mynstrar av og sleppur at taka tær av løttum saman við tínum. Túsund takk fyri títt íkast, alt tað besta og góða eydnu víðari, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo