Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Símun Poulsen í starvið sum stjóra í Vinnuháskúlanum.

Símun Poulsen er 50 ára  gamal, er skipsførari og hevur læraraprógv, umframt at hava tikið master í leiðslu og organisatiónsmenning. Símun Poulsen hevur drúgvar royndir innan maritima økið, eitt nú bæði arbeiðs- og leiðsluroyndir. Hann hevur verið nautiskur undirvísingarleiðari í Vinnuháskúlanum síðan 2013, umframt at hava undirvíst har síðan 2007. Símun Poulsen sigldi nógv ár, bæði á Føroyaleiðini og úti, áðrenn hann byrjaði á Vinnuháskúlanum og hevur eftir tørvi avloyst har sum virkandi stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo