Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Føroyski útisetin Símun úr Konoy, sum í Danmark nevnir seg Simon von Konoy, gevur í hesum døgum út fløgu, ið hevur heitið ”Nok af sorger”.

Orsøkin til útgávuna er millum annað, at hann í ár kann hátíðarhalda, at tað eru 40 ár síðani, at hann av álvara fór at gera um seg innan tónleikaheimin - fyrst í Føroyum, seinni í Danmark.

Á nýggju útgávuni er í onkrum førum talan um nýupptøkur av gomlum løgum, men flestu sangirnir eru nýyrktir, m.a. ”Smukke, skønne Diana”, sum í frítíð síni dámar at hugna sær saman við kendum persónum.

Ein annar sangur er um mexikansku ølina Corona, og ein triðji um hin, ið er búsitandi í slavna kjallaranum, ímeðan tey væl bjargaðu hugna sær uppi á kvistinum. 16 sangir eru á fløguni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo