Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-207/2021 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um inflasjón og progressiva landsskattastigan.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat var miðal árligi lønarvøksturin í prosentum hjá Føroya Arbeiðarafelag í tíðarskeiðinum 2012-2021?

2. Hvussu høgur var landsskatturin í miðal í prosent av inntøkuni hjá føroysku borgarunum í tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?

3. Hvat var marginali landsskatturin fyri síðst tjentu krónuna hjá føroyingum í miðal í tíðarskeiðinum 2012-2021 hvørt árið sær?

4. Heldur landsstýrismaðurin, at mørkini í landsskattastiganum eiga at verða prístalsjavnað?

Til nr. 1
Grundlønin hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag var 113,79 kr. um tíman í 2012 og 135,56 kr. um tíman í 2021. Hetta gevur ein miðal árligan lønarvøkstur á út við 2% í tíðarskeiðinum 2012 til 2021.

Árligi lønarvøksturin í miðal kann roknast soleiðis:

##med2##

Til nr. 2
Talva 1 niðanfyri vísir skattskylduga inntøku, landsskattin og landsskattin í % av skattskyldugari inntøku fyri árini 2012 til 2020. Skattaárið 2021 er ikki endaliga gjørt upp enn, og uppgerðir eru ikki tøkar enn fyri 2021.

##med3##

Til nr. 3
Spurningurin kann ikki svarast neyvt. Marginali landsskatturin er treytaður av inntøkuni hjá skattgjaldarum. Til dømis hevur ein persónur við ársinntøku á 300 tús. kr. ein marginalskatt í landsskattinum á 20%, meðan ein annar skattgjaldari við ársinntøku á 400 tús. kr. hevur ein marginalskatt í landsskattinum á 25%. Markið fyri, nær skattgjaldarar rinda 25% í marginalskatti av árligu inntøkuni, er 330 tús. kr. í landsskattatalvuni, sum hevur verið óbroytt síðani 2016.

Eitt vegleiðandi svar er at brúka miðalinntøkuna í inntøkuuppgerðini hjá Hagstovuni sum ábending um miðalinntøkuna í landinum og síðani hyggja eftir marginala landsskattinum, sum hendan miðalinntøkan rindar í landsskattatalvuni fyri hvørt ár. Hetta er gjørt í talvu 2 niðanfyri (uppgerðin er ikki tøk fyri 2021).

##med4##

Til nr. 4
Tað er rætt, sum ført verður fram í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin, at mørkini í landsskattastiganum eru føst, meðan nominellu lønirnar og prísstøðið í samfelagnum hækka so líðandi. Hetta merkir, at størri partur av nominellu lønini, sum frálíður, verður lyft upp á hægra landsskattastiga, og tí verða borgarar eisini skattaðir harðari, sum frálíður. Tað er eisini rætt, at ein árlig prístalsjavning av landsskattastiganum hevði kunnað byrgt upp fyri hesum.

Í Danmark verða til dømis umleið 100 ymisk mørk og upphæddir á skatta- og avgjaldsøkinum prístalsjavnað árliga við lóggávu. Talan er um ymiskar frádráttir, mørk í skattastiganum og líknandi.

Nevnast kann eisini, at almannaveitingar verða prístalsjavnaðar sambært løgtingslógini um javningarprosent til almannaveitingar (løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar). Javningin av almannaveitingum fylgir lønargongdini á almenna arbeiðsmarknaðinum og gongdini í prísstøðinum.

Eru politisk ynski um og undirtøka fyri at kanna, hvussu líknandi skipan kundi verið sett í verk á skatta- og avgjaldsøkinum í Føroyum, eri eg sinnaður at fáa hetta kannað og lýst.

Tinganes, 15. juni 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo