Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

24. mai í ár eru 35 ár liðin síðani Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, bleiv sett á stovn.

Í tí sambandi vil felagið bjóða øllum við at hátíðarhalda henda serliga dag við eini ordans føðingardagsveitslu undir heitinum ”Vón”. Vertur fyri degnum verður aðalskrivari felagsins, Laura Apol.

Hátíðarhaldið verður um dagin hildið í Perluni, Tórsgøta, í Tórshavn leygardagin 27. mai kl. 13.00 - 16.30. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, fyrilestrum, framløgum og tónleiki.

Skráin fyri dagin sæst á heimasíðu felagsins www.sinnisbati.fo.

Um kvøldið 27. mai frá kl 20.00 - 00.00 verður ein stuðulskonsert við fleiri ymiskum tónleikarum og tónleikabólkum í Reinsaríðnum. Innkomni stuðulin frá sølu av atgongumerkjum og drekkivørum fer óskerdur til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum, sum í løtuni arbeiðir við at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð, ið skal vera við til at fyribyrgja sálarheilsutrupulleikum hjá ungum. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Til ber eisini at stuðla átakinum gjøgnum eina SMS-skipan og við at tekna seg sum lim í felagnum á heimasíðuni.

Tónleikararnir ið koma at spæla eru: Høgni Reistrup, Martin Joensen, Ragnar Finsson, Sámal Ravnsfjall, Son of Fortune (Benjamin Petersen), Mike, Jens Marni Hansen, PunJab, Rebekka Petersen, Signar í Homrum, Greta Svabo Bech og Danni Elmo. Niels Uni Dam verður vertur.

Sinnisbati hevur avrikað nógv hesi seinastu 35 árini. Sum felag hava vit verið við til at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og teirra avvarðandi og kæru.

Endamálið hjá felagnum er at virka fyri avstigmatisering av fólki við sálarsjúku. Hetta verður gjørt við áhaldandi upplýsing um økið og um framkomnar viðgerðarmøguleikar, at stuðla samstarvi millum stovnar og heilsufrøðilig fakfólk, og at stuðla fyribyrgjandi átøkum, tiltøkum og gransking, ið virka sálarheilsufremjandi.

- Hetta hava vit millum annað gjørt við at skipa fyri upplýsandi fyrilestrum kring landið, við at veita stuðul, skipa fyri møguleikum at fáa samrøður við fakfólk, umframt at skipa sjálvhjálpar- og avvarðandibólkar fyri vaksin, børn og ung, ið eru avvarðandi, undir leiðslu av fakfólki, sigur Sinnisbati.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo