Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við rennitiltakið “Føroyar Renna” sum Bragdið skipaði fyri, var tað borgarstjórin Heðin Mortensen, sum í dag handaði stuðulin til Sinnisbata vegna Bragdið. Tí í dag 24. mai fyllir Sinnisbati 40 ár.

Fleiri enn 300 rennarar luttóku í Føroyar Renna 2022 og vóru við til at varpa ljós á sálarheilsu og rørslu. Inn komu 10.450 kr, sum fóru beinleiðis til Sinnisbata.

Tað eru nú 40 ár liðin, síðani stovnandi aðalfundin hjá Sinnisbata í 1982, har stig varð tikið til at stovna felag, sum skuldi arbeiða fyri fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.

Til tiltakið varð bókin løgd fram, har Øssur Winthereig prátaði við Grækaris um bókina. Prátað varð eisini við tvey av fólkunum í nýggju bókini, ið hava myndað felagið og føroysku sálarsjúkusøguna.

Eisini fekk felagið stuðul uppá 20.000 kr í sambandi við Fo Tatt Fest, har ein málningur hjá Livari Nysted varð seldur fyri 20.000 kr, sum eisini fóru beinleiðis til Sinnisbata.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo