Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er ikki uttan týdning hvussu tú situr frammanfyri telduni.

Oftani hava herðarnar hug at "smokka saman", tú boyggir teg framyvir og situr í heila tikið alt annað enn væl.

Men tað eru nógvar orsøkir til at rætta teg upp, tá tú situr frammanfyri telduna. Møði, høvuðpína og vøddaspenningar eru nakrar av orsøkunum.

Vanliga viga høvd og nakki hjá einum miðalpersóni umleið 5 kilo. Men tá tú situr sum maðurin á myndini eru høvd og nakki sum 20 kilo trýst á ryggin.

Umframt at rætta seg upp ber eisini til at lyfta telduna upp í eygnahædd, til dømis við at leggja nakrar bøkur undir skýggjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo