Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í bestu tíðum koyrir samgongan við undirskoti á fíggjarlógini, og lítið bendir á, at tað kemur javnvág á landsfinansarnar í nærmastu framtíð við núverandi samgongu.

Vandakósin hjá landskassanum var tó væntandi.  
 
Fólkaflokkurin og Sambandið eru nevniliga púra ósamdir um, hvat tað er fyri samfelag, sum vit skulu hava.

Fólkaflokkurin vil hava minimalan almennan geira, og harvið eftir friedmanskum leisti verður skorið niður á inntøkunum.

Sambandsflokkurin harafturímóti vil ikki vita av sparingum. Heldur tvørturímóti nýtir samvitskufulli heilsumálaráðharrin hjá Sambandinum hópin av peningi á sínum øki.

Taparin av ósemjuni er landskassin.

Klistur skal sjálvandi til fyri at slíkt kann halda áfram. Límið er, sum vit øll vita, at Fólkaflokkurin sleppur at varðveita status quo í fiskivinnuni, og afturfyri sleppur Sambandið at varðveita status quo í Ríkisfelagsskapinum.

Har er tískil eingin hægri visjón fyri okkara land, uttan at tað skal haldast í danska ríkinum við einum alsamt meira ójøvnum samfelag.     

Tað krevur ikki nationaløkonomiskt skil at síggja, at við einari samgongu, sum hvørki vil hækka landsinntøkurnar og ei heldur vil spara á fíggjarlógini, fer tað at enda galið.

Landskassin má hava stórt yvirskot í góðum tíðum, og tískil er umráðandi at enda hesa ferð ímóti búskaparligu eggini.

Føroyingar eru samdir um, at vit skulu hava eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag, so har má fígging til fyri at kunna varðveita hetta tilboðið.

Frægasta stað at fara eftir hesum peningi er í tilfeingisvinnunum.

Róar Akralíð 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo