Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit kunnu ikki lata upp í hendurnar á tilvildarligum russiskum reiðarum, og umboð teirra, um hetta skal eydnast. Heldur ikki loðs- og sleipibátatænastum sum hava millióna umsetning av teirra virksemið skulu verða avgerandi í hesum sambandi, ella onnur - enn vit sjálvi. Sjálvandi ikki.

Hetta snýr seg um framtíðina hjá okkara familjum og børnum teirra, og tí kunnu vit ikki lata tilvildina ráða.

SJÁLVANDI SKAL HAVNIN ÚTBYGGJAST
.... og sjálvandi skulu vit ikki bert hava smávegis virksemið á havnarøkinum, men økt virksemið, og framhaldandi útbygging av havnarøkinum, og á tann hátt skapa nýggj arbeiðspláss. Skapað røttu karmarnir fyri einari tjóðskaparligari havn á altjóða støði. Tað hava vit brúk fyri, nú kommunan stendur fyri stórum avbjóðingum fyri framman, bæði á hesum og øðrum økjum.

SJÁLVANDI MARKVIRÐI FYRI DÁLKING OG ÓLJÓÐ
Í samsvar við hendan veruleika, er sjálvandi neyðugt at áseta markvirði fyri dálking og óljóð. Einki er meira rímiligt enn tað! Tað eigur ikki at verða so trupult! Hvør einstøk kommuna, hevur sambært lóg og kunngerðir heilt og fult ábyrgdina á hesum øki! Tað eigur ikki at taka meira enn fáar yrkadagar at loysa uppgávuna.

Útbygging av t.d. Runavíkar Havn er ikki í stríð við heimafrið, men bert ein avbjóðing sum skal loysast og virðast. So einfalt er tað.

HEIMAFRIÐ VILJA VIT ØLL HAVA
.... uttan mun til hvørji vit eru! Sjálvandi!

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo