Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- At lýsa eitt mál sum makrelmálið uttan um Jacob Vestergaard, hevði svarað til at viðgjørt avbjóðingarnar á útoyggj uttan um Olgu Biskopstø frá Útoyggjafelagnum og útoyggjafólk annars.

- Ella at gjørt forsagnir um veðrið uttan fyrst at hava sett seg í samband við ein veðurkønan, sigur Kári Mikkelsen í viðmerkinging til grein í gjár á VP, har Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri segði seg íkki verða spurdan um nakað sum helst í sambandi við sendirøðina um makrelin.

- Tað undrar meg stórliga, at ein útvarpstrailari á umleið 30 sekund fyri eini røð av seks sendingum eftir øllum at døma longu hevur fest fjúsið hjá summum, áðrenn nakar yvirhøvur hevur hoyrt ta fyrstu sendingina.

- Tað sigur mær so mikið, at hetta so stóra og týdningarmikla málið fyri langari tíð síðani skuldi havt verið fyri eini fyrstu eftirmeting, sum hesar sendingar í veruleikanum eru ein roynd at gera.

- Sjálvandi sleppur eisini Jacob Vestergaard framat at úttala seg um eitt mál, sum hann hevur verið ein so sentralur partur av.

- Annað er ikki at siga enn at lurta eftir innihaldinum í sendingunum, ið fara í luftina í KVF frá í morgin og halda fram komandi vikurnar, sigur Kári Mikkelsen, sum leggur sendingarnar til rættis. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo