Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við at vika 41 er Sálarheilsuvika, fer Heilsu- og umsorganartænastan at skipa fyri einari verkstovu, har høvi verður at hoyra nærri um, hvussu ein kann gera sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum, og hvønn týdning tað kann hava, bæði fyri tann sum fær hjálpina og fyri tann, ið veitir hjálp.

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fær javnan fyrispurningar frá borgarum og felagsskapum, sum ynskja at gera sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum. Fyrispurningar koma frá fólki í øllum aldri, sum ynskja at gera mun fyri eitt annað menniskja. 


Tann sjálvbodni kann gera nógv ymiskt, og í stóran mun veldst um, hvat tann sjálvbodni ynskir at bjóða seg til. Talan er sjálvsagt ikki um at gera arbeiði, sum verður gjørt av starvsfólkum í Heilsu- og umsorganartænastuni, men kann t.d. vera at vitja onkran, sum situr einsamallur, at ganga ein túr saman, at lesa fyri onkrum, taka onkran við sær í kirkju, á møti, á konsert, til ein fótbóltsdyst ella bara at koma framvið til eitt prát. 


Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fegnast um, at fólk bjóða seg fram og vísir á kanningar, ið staðfesta, at tað hevur gagnliga ávirkan á sálarheilsuna hjá einum sjálvum at gera væl fyri onnur.


Verkstovan verður á Reinsarínum í Tórsgøtu 11. oktober kl. 15.00 til 17.00
Umframt verkstovuna verður orðaskifti á skránni um sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum sum heild, og møguleiki verður at fáa eitt prát um sjálvboðið arbeiði við starvsfólk í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Drekkamunnur verður at fáa. 


Skráin er hendan:
• Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini setur verkstovuna
• Monika Mohr, verkætlanarleiðari hjá Fólkaheilsuráðnum, leggur fram um ABC fyri sálarheilsu
• Starvsfólk greiða frá um sjálvboðið arbeiði í Heilsu- og umsorganartænastuni
• Kjak

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo