Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg fekk munnkurv og talubann í dag, og eg eri nú útihýstur úr allari meinigheitini av stavarum og bendarum.

Eg eri kettari og havi fingið eina bandbullu frá kardinalum og orðavrakarum, men eg veit, at ein kendur pávi stendur aftanfyri.

At eg á gamalsaldrinum verði lýstur í málsligt bann av sjálvglaðum og dummstoltum pávafrellum er faktiskt næstan ein heiður, tí trongt verður í teirra himmiríki.

Tessvegna brúki eg nú eitt annað medium til at anda í.

Hjá stavingarmonnum verða annarsleiðis hugsandi heilt kvald. Tað er als ikki pláss fyri málsligum kettarum.

Eg spurdi einaferð hesi frelstu grammatikkfólkini, um tey hava gjørt sær greitt, at sjálvur William Shakespeare neyðtók alla eingilska og antikka grammatikk og harvið ríkaði eingilskt mál í øldir.

Okkara málsligu fundamentalistar vilja seta grammatikkina omanfyri allan litteratur og alt lív og vilja ikki erkenna, at tað málið, sum finst á gøtuni og úti millum fólk er altíð frammanfyri grammatikkina og nógvar ferðir betri enn tann stovulærda dialektin hjá konservativum grammatikarum.

Anæmiskt grammatikkmál, sum er fjøtrað í reglur, er uttan saft og uttan kraft, og tað er ikki vist, at tað bara er grátur og tannagrísl uttanfyri stavidyrnar í meinigheitini hjá Sonna Smith og hansara líkum.

Tvørturímóti: Har møtir man málinum hjá fólki og ikki turrgeldum og belærandi sonnesiskum pinku-snakki.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo