Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sinnisbati: Sum nakað nýtt fer Sinnisbati at skipa fyri sjálvhjálparbólkum fyri avvarðandi í vetur.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist.

Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarandi og á hendan hátt fáa orku at halda áfram, sum tann stuðlandi “viðleikandi mótspælarin” hjá teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

Bólkarnir vera í hølunum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1 við Áarvegin í Tórshavn. Tað vera minst seks luttakarar í hvørjum bólki. Bólkarnir hittast átta ferðir, aðruhvørja viku. Tað er ókeypis at luttaka.

Byrjað verður síðst í novembur 2015. Tilmeldingarfreistin er 16. novembur 2015. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Sinnisbata - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo