Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lasse Klein átti at vita, líka so væl sum norðoyingar og suðuroyingar, at tað er ikki í hesum økjum, tey mongu almennu arbeiðsplássini eru sett á stovn.

Í eini kanning hjá grannskoðaravirkinum Numo, umbiðin av Vinnulívsráðnum í Klaksvík í 2017, og sum varð nógv umrødd tá, sóu vit, at 81% av almenna rakstrinum lá í høvuðsstaðnum. Í Eysturoynni var parturin 2%, í Suðuroy 6% og í Norðoyggjum 7%.

Sjálvstýri í Eysturoynni,
ímóti Norðoyggjum og Suðuroy

Vit hava eisini fyrr sæð, at fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýri, hevur verið firtin um almenn arbeiðspláss í Klaksvík.

Eg fari at biðja Sjálvstýri í Eysturoynni, um at snara kanónini rætta vegin. Tað tykist, sum at Sjálvstýri hevur sett sær fyri at niðurgera økið í Norðoyggjum og Suðuroynni. Teir og øll onnur skulu minnast til, at flestu almennu arbeiðsplássini í Norðoyggjum eru sprottin úr innsatsi og miðvísum arbeiði frá lokalum kreftum.

Skal bara vísa á trý dømi, hvussu Klaksvík er komin til hesar uppbygdu almennu stovnarnar:

• Klaksvíkar Sjúkrahús varð sett á stovn av norðoyingum og eystara parti av Eysturoynni – við ongum landsalmennum pengum.

• Klaksvíkar Tekniski Skúli varð settur á stovn av Handverksmeistara- og Handverkarafeløgunum o.ø. í Klaksvík, har Eysturoyggin seinni kom við, m.a. tí, at Skála Skipasmiðja, sum partafelagið J. F. Kjølbro átti, leveraði hópin av lærlingum/næmingum til skúlan, og enn koma lærlingar/næmingar úr hesum økjum.

• Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Kvinnufelagnum í Klaksvík, eins og Handarbeiðsskúlin.

Onnur dømi eru eisini, har klaksvíkingar saman við øðrum tóku tøkini.

Søguliga gott samstarv
ímillum Eysturoynna og Norðoyggjar

Hyggja vit eftir tølum, serliga eftir at Norðoyatunnilin kom í 2006, hvussu føroyingar pendla ímillum økini, síggja vit, at dagliga pendla 2.668 fólk til Havnar, 518 til Eysturoynna, 314 til Norðoyggjar og 90 fólk til Suðuroynna. (At talið til Suðuroyar er so lágt, hevur sína orsøk). Hetta vísir eina greiða miðsavning til høvuðsstaðin.

Søguliga hevur verið serstakliga gott samstarv millum Eysturoynna og Klaksvík. Miðnámsskúlin á Kambsdali er gott dømi. Eisini innan privatu vinnuna, sum t.d. Bakkafrost, Pelagos, Sílnet, Føroya Bjór, Norðoya Sparikassi, handlar sum Borg og Berglon og aðrar fyritøkur. – Eisini kann eg nevna afturat, at eg sjálv eri samánari av fyritøku í Eysturoynni.

Hvørjar orsøkirnar eru, at Sjálvstýri í Eysturoynni hevur sett kanónina á Norðoyggjar og Suðuroynna, í staðin fyri at venda hana ímóti høvuðsstaðnum, har 81% av almenna rakstrinum verður brúktur, kann eg hava mína meining um, men er óskiljandi.

Hesar útsagnir hava onki uppbyggjandi við sær, haldi eg, og átti at hildið uppat, tí hetta mennir ikki økini bæði.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin
í Klaksvíkar Býráði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo