Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bústaðir hevur gjørt avtalu við Sp/f Eysturlon um at umbyggja gomlu kommunuskrivstovuna í Vestmanna til sjey leigubústaðir. Talan er um stóran bygning á Bakkavegi 16, miðskeiðis í bygdini og við sera góðum útsýni.

Tað var í 2017, at Bústaðir keypti gomlu kommunuskrivstovuna frá Vestmanna kommunu. Síðani hava ymiskar fyrireikingar verið gjørdar, eins og leitað hevur verið eftir rætta arbeiðstakaranum.

Talan verður um tríggjar stórar íbúðir á 105 fermetrar, harav ein er serliga rørsluvinarlig, og fýra lítlar á 46 fermetrar, umframt goymslurúm og felagsøkir. Í alt er talan um 563 fermetrar.

Allar íbúðirnar hava terrassu ella altan og uttanum økini verða gjørd í samráð við Vestmanna kommunu.

Arbeiðið er byrjað og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu aftaná summar 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo