Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nú er greitt, hvørji listafólkini eru, ið fáa uppgávuna at listprýða Glasir. Listprýðisnevndin, ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti í vár, hevur gjørt av, at Rannvá Kunoy, Anker Mortensen, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð verða tey listafólk, sum fáa høvi at skapa listaverk til nýggja miðnámsskúlan í Marknagili.

"Tað gleðir meg, at listprýðingin av Glasi nú fer at taka skap, og eg eri sannførd um, at tey listaligu spor, ið tey sjey listafólkini koma at seta í bygningin, verða við til at skapa eitt spennandi og gevandi umhvørvi í skúlanum", sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. 

Tá listprýðisnevndin fór til verka í vár, gjørdi hon av at skriva út kapping um at koma við uppskotum um listprýðing. Í fyrsta umfari komu uppskot frá 40 listafólkum, og av hesum vórðu 11 listafólk vald út at koma við nágreiniligari uppskoti og frágreiðing um listaverkini. Nú, tá endalig støða er tikin, er úrslitið, at 7 listafólk koma at listprýða nýggja bygningin.

Nevndin er sera fegin um stóru undirtøkuna og høgu góðskuna á uppskotunum. “Tað hevur verið aðalmálið hjá nevndini at tryggja, at listprýðingin á Glasi verður á høgum listaligum stigi, og at listin, ið verður vald, er í góðum samanspæli við arkitekturin, og tað halda vit avgjørt, at tey uppskot, ið nú eru vald út, koma at liva upp til”, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í listprýðisnevndini. 

Tá Løgtingið samtykti at byggja miðnámsskúlan í Marknagili, vórðu 3 mió. kr. settar av til listprýðing. Tað svarar til 1% av handverkaraútreiðslunum. Í listprýðisnevndini fyri Glasir eru Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í nevndini, Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, Finn Nørkjær, arkitektur hjá BIG, Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki, Hansina Iversen, listakvinna og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur. 

Mentamálaráðið 14. desember 2016

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo