Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Regntíðin er byrjað í Bangladesj, og í ár hevur hon elvt til metstóra vatnflóð. Serliga landnyrðingsparturin av Bangladesj er hart raktur.

Síðan fyrst í juni hevur áarføri lagt so gott sum heilar landspartar undir í vatni. Fleiri øki liggja púra avskorin, tí vegirnir eru undir í vatni, og eingin streymur er.

Mett verður, at fleiri enn 7,2 mió. menniskju er ávirkað og hava átrokandi tørv á skjóli og neyðhjálp.

Reyði Krossur Føroya letur 300.000 kr. til hjálpararbeiði í hesum sambandi.

Í løtuni arbeiðir Reyði Krossur í økinum serliga við at veita bráðfeingis hjálp: at syrgja fyri skjóli, geva mat og reint drekkivatn, heilsutænastur og sálarligan stuðul.

Í komandi tíðini fer arbeiðið eisini at snúgva seg um endurbyggjan, so sum hjálp til at umvæla hús og heim, hjálp at keypa neyðugt innbúgv og reinførisútgerð, hjálp at fáa gongd á at vinna sær til lívsgrundarlag aftur, eitt nú við at keypa fræ til bøndur, sum kunnu fáa gongd á landbúnaðan aftur.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo