Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nýggja býráðið í Tórshavnar kommunu hevur havt fyrsta fundin, sum var ein eyka býráðsfundur hóskvøldið í farnu viku. Sjey nýggj andlit eru at síggja í býráðnum.

Tey, sum eru fastir býráðslimir á fyrsta sinni, eru Kári Johansen (C), Kristianna Winther Poulsen (C), Birgir Nielsen (A), Elsa Berg (E), Súna Mørk (C), Ruth Vang (F) og Bjørg Dam (C).

7 kvinnur og 6 menn manna Tórshavnar býráð komandi fýra árini.

Fyrsti vanligi býráðsfundurin hjá nýggja býráðnum verður 28. januar 2021.

Umframt nýggju býráðslimirnar eru Jákup Dam (E), Tróndur Sigurðsson (C), Annika Olsen (A), Heðin Mortensen (C), Annfinn Brekkstein (B) og Gunvør Balle (E) eisini í býráðnum.

Bjørgfríð Ludvig er kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, og hon sæst eisini á myndini ytst høgrumegin í aftara raði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo