Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Virkið Sjógæti, afturkallar kaldroyktar vørur pakkaðar eftir 5. mars 2021, av tí at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum.

Hvør er vøran?
Kaldroykt vøra frá Sjógæti

Pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 5 til og við 23. mars 2021
-200g skivuskorið roykur laksur

-150g stykki laksi

-300g stykkir av laksi

-150g stykkir av svartkalva

Hvar er vøran seld?
Vøran er seld í føroyskum handlum.

Orsøk til afturkalling
Sjógæti afturkallar kaldroyktar vørur pakkað í tíðarskeiðnum frá og við 5 til og við 23. mars 2021, av tí at Listeria er ávíst í nøkrum av vørunum.

Vandi
Infektión við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil. Symptomini líkjast influenzasymptomum við fepur, høvuðpínu og í onkrum førum maga/tarm trupuleikum Sí meira um listeria í matvørum her

Ráð til borgaran
Brúkarar kunnu lata vøruna innaftur har hon er keypt, ella burturbeina hana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo