Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Trúboðin: Hósdagin 2. juni verður føroyska sjómansheimið Ørkin í Reykjavík 25 ár. Í tí sambandi verður skipað fyri gudstænastu og móttøku leygardagin 4. juni.

Tað var 2. juni í 1991, at heimið varð vígt og tikið alment í nýtslu. Formaðurin í Føroysku Sjómansmissiónini, Jákup Kass, prestur, vígdi Ørkina.

Tað var ein long tilgongd, sum tá var liðug, tí byggingin vardi fleiri ár. Í mun til sjómansstovuna, sum varð bygd á Skúlagøtu í 1958, er Ørkin í Brautarholti 29 eitt sjómansheim og gistingarhús. Tí var tað ein stór broyting og menning av føroyska arbeiðinum í og út frá Reykjavík, tá Ørkin læt dyrnar upp í 1991.

Ørkin er eitt nútímans gistingarhús við 20 kømrum og 65 seingjarplássum. Vesi, brúsa og sjónvarp eru á hvørjum kamari. Harafturat er ókeypis internet í øllum húsinum. Morgunmatur er íroknaður gistingarkostnaðin. Bólkar kunnu keypa mat inn í húsið.

Sjómansheimið er enn eitt savningarstað fyri føroyingar á Reykjavíkarleiðini. Nøkur reglulig tiltøk eru í Ørkin vetrarhálvuna.

Har er lestur ella møti sunnudagar, og føroyskur skúli er leygardagar fyri smærri børn. Føroyingafelagið brúkar sjómansheimið til fundir og onnur tiltøk, og sjómanskvinnuringurin savnast einaferð um mánaðin.

Nú fleiri og fleiri sjúklingar verða sendir til Reykjavíkar, er avtala gjørd millum føroyska heilsuverkið og Ørkina um gisting og mat.

Fólk frá sjómansheiminum vitja eftir førimuni umborð á føroysk skip.

Í sambandi við 25 ára dagin verður føroysk gudstænasta leygardagin 4. juni kl. 14.00 í Háteigiskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar.

Móttøka verður í Ørkini frá kl.15.00 til 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin til føðingardagskaffi. 

Sunnudagin 5. juni kl. 16.00 verður møti, har øll eisini eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo