Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í hesum døgum fyllir almenna kjakið um eina føroyska filmsvinnu alsamt meira. Filmsgrunnurin er voksin støðugt seinastu árini, og fáa føroyingar um hesa tíð í næsta ári eisini eitt sonevnt Filmshús.

Ein av mongu føroysku verkætlanunum, sum eru í menning, er ein nýggj interaktiv stuttfilmsrøð, sum í dag eisini er kunngjørd sum kapping, ið ber heitið "Sjón fyri søgn."

- Talan er um eina interaktiva stuttfilmsrøð, har hyggjarin, sum avger, hvat hendir, og verður hon eisini skipað sum ein handritskapping, ið øll kunnu taka lut í - eisini, um ein onki veit um handrit," sigur Torfinnur Jákupsson, framleiðslustjóri.

- Krøvini fyri at luttaka í kappingini eru trý í tali. Søgan skal vera 3 síður, fevna um tøkni sum tema og innihalda eitt avgerandi persónligt val, sum søgan endar við. Her er ofta lættast, um søgan snýr seg um ein høvuðspersón."

- Savnaða røðin verður skrivað soleiðis, at hyggjarin fær tveir møguleikar at velja ímillum í endanum av hvørjum parti. Sum eitt telduspæl. Idéin er at fáa so mong ymisk sjónarmið við sum møguligt í savnaðu røðina, ið hevur til endamáls at endurspegla eitt nútímans Føroyar við øllum sínum fyrimunum og vansum. Men søgan kann eisini fevna víðari út um landoddarnar."

Torfinnur, sum partvíst arbeiðir sum skribentur, er í hesum døgum eisini í holtur við føroyska krimirøð, ið ber heitið "TROM," ið meir verður frætta um í heyst, og í holtur við sín fyrsta stuttfilm í New York, ið ber heitið "Offline." Til ber eisini at vera partur av tí verkætlanini við at stuðla umvegis heimasíðuna Indiegogo her: igg.me/at/offlinethemovie

- Eitt, sum hevur verið áhugavert rák innan film og sjónvarpsrøðir seinastu árini, eins og søgunum, ið vit síggja online, er populariteturin á sonevndum 'bad guys' ella tí ónda. "House of Cards" er eitt dømi um tað. Donald Trump eitt annað. Okkara interaktiva stuttfilmsrøð setur fokus á hetta tvílyndi hjá hyggjarum, og spyr teg sum hyggjara, hvat tú hevði gjørt í somu støðu. Valini, ið tú tekur, tá ið tú situr trygt aftanfyri skermin, koma kanska óvart á teg."

Freistin at lata inn til handritskappingina "Sjón fyri søgn" er 1. septembur 2016. Skriva til info@jakupsson.com um fleiri upplýsingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo