Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Spf Byggitrygd, sum veitir tænastur innan bjálving og bygging, bjóðaði síðsta mikudag byggivinnuni, arktektum, ráðgevingum og øðrum til tiltak um burðardygga bjálving/bygging.

Evnið um burðardygga bjálving/bygging er í hesum tíðum eitt heitt evni, og tí møttu rættliga nógv fólk innan vinnuna upp til hetta tiltak, sum var á Hotel Brandan. (sí mynd)

Spf Byggitrygd hevði fingið stjóran Per K. Thomsen, frá kendu donsku fyritøkuni NVIRO, at hava eina framløgu um evnið og var hann áhugaverdur at lýða á.

Orsøkin til at Spf Byggitrygd hevur gjørt avtalu at umboða NVIRO í Føroyum, er at NVIRO er sterkasti veitarin av burðardygdum bjálvingarloysnum í Danmark - bæði tá talan er um at bjálva tøk, loft, veggir, kjallarar og mangt annað.

Bæði Spf Byggtrygd og NVIRO hava sum endamál, at kundin altíð skal fáa eini sunn og haldfør hús/bygning, uttan trupulleikar við fukti o.ø. - og at orkutørvurin er so lágur, sum gjørligt.

Umframt at Byggitrygd bjóðar arbeiðsorku til bjálving og bygging, so ráðgevur fyritøkan eisini innan bygningsfysikk og orkurætta bygging.

Spf Byggitrygd

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo