Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað var navnframi KvF journalisturin Jan Lamhauge sum gjørdi inslagið í Degi og Viku í gjárskvøldið, sum í grundini snúði seg um, at høvuðsstaðarkommunan turkar sínar skyldur av á Landssjúkrahúsið, sum ikki sleppur av við sjúklingar eftir lidna viðgerð, tí ov fá umlættingartilboð eru í Tórshavnar kommunu.

- Ríkasta kommunan í landinum, høvuðsstaðarkommunan, er tann sum tyngir Landssjúkrahúsið mest, æt tað í Degi og Viku.

Innslagið var kryddað við brotum úr nýggjársheilsanini hjá Heðin Mortensen, tí borgarstjórin hevði eitt ynski um at seta seg betri inn í tølini, áðrenn hann stillaði upp til samrøðu um hesi viðurskiftini.

Men sum KvF ikki hevði stundir at bíða eftir.

Nú hava júst Heðin og Jan eina serliga forsøgu, og tað blívur so á ein hátt eisini ein partur av øllum málinum, sum tí fær eina heilt margháttliga snaring. 

Hyggjarin situr eftir við eini undarligari kenslu av at vera áskoðari til okkkurt, sum snýr seg meira um at vinna neisur enn at lýsa ein trupulleika á Landssjúkrahúsinum.

Øssur Winthereig, journalistur, vísir í sínum bloggi á, at innslagið væl toldi at bíða, til høvuðspersónurin, Heðin Mortensen, hevði fingið stundir at seta seg inn í málið og tí kundi svara spurningunum.

Tað heldur eisini Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sum sjálvboðin kemur til orðanna á sama bloggi.

Hann kann í eini viðmerking fortelja, at trupulleikin er ikki størri í miðøkinum (sum væl er meira enn bara Havnin) enn í øðrum pørtum av landinum, tá vit seta hann í mun til fólkatalið.

Hann kann eisini avdúka, at trupulleikin hevur verið minkandi seinnu árini.

Og so heldur sjúkrahússtjórin Jan Lamhauge vera ein kúll, ikki at bíða við at senda innslagið til tað er klárt.

Vit á VP halda, at kanska er ein vinkul av søguni, at føroyingar seta størri og størri krøv til tað almenna.

Kanska eru familjurnar, sum í mongum førum høvdu verið tær bestu til at hjálpa, stuðla og hjúkla um ein av teirra egnu, sum júst hevur reist seg eftir sjúkralegu, bara ikki tøkar.

Kanska er tað blivið ein almenn uppgáva.

Sig okkum eisini tað søguna, KvF. Tit hava orkuna.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo