Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjúkrahúsverkið fer til útoyggjarnar at kanna fólk har fyri koronu. Týsdagin verður farið við tyrlu til Fugloyar, Svínoyar, Kallsoynna, Mykines, Skúvoy, Hest og aðrar oyggjar fyri at kanna fólk.

Hetta upplýsti Margit Stórá, varastjóri í sjúkrahúsverkinum fyri útvarpinum í kvøld.

Fólk á útoyggj hava heitt á myndugleikarnar um at bera so í bandi at tað verður lættari at blíva kannaður har. Á onkrari oyggj er smittan staðfest, og tað hevur verið frammi, at fólk har kenna seg í ávísan mun slept uppá fjall.

Margit Stórá sigur, at fyrst verður tørvurin staðfestur og so verður farið runt til ymsu oyggjarnar við tyrluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo