Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Ætlanin at lata kommunulæknarnar koppseta tey 5-11 ára gomlu børnini fyri koronu bar ikki á mál. Tí verður tað Sjúkrahúsverkið, sum skal standa fyri koppsetingunum.

Stutt fyri jól gjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum av eisini at geva teimum 5-11 ára gomlu børnunum møguleika fyri ókeypis koppseting fyri COVID-19.

Tá var ætlanin, at kommunulæknarnir skuldu taka sær av at koppseta børnini. Farið varð undir arbeiðið, hvussu hetta skuldi skipast og undir samráðingar um gjald fyri koppsetingarnar.

Hetta bar tó ikki á mál, og í staðin er avgerð tikin um, at tað verður Sjúkrahúsverkið, sum skal standa fyri koppsetingunum.

Arbeitt verður nú við at finna ein leist fyri, hvussu koppsetingin av børnunum skal skipast, og tá tað er greitt ein av fyrstu døgunum, verður kunnað nærri um, nær og hvar koppsetingarnar fara fram.

Í august fingu tey ungu í aldrinum 12-15 ár eisini tilboð um ókeypis koppseting, og her hava 73 prosent nú fingið fyrra prikið og 67 prosent annað prikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo