At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á felagsfundi hava sjúkrarøktarfrøðingarnir í norðurlondum samtykt yvirlýsing sum tekur støði í royndunum ið eru komnar burturúr farsóttini.

Sagt verður millum annað, at covid-19 hevur lært heilsustarvsfólk nógv um, hvussu samfelagið virkar í kreppustøðu, og hvussu heilsuverkið virkar undir so álvarsligum trýsti.

Men fleiri avbjóðingar vóru eisini:

- Til dømis kundu sjúkrarøktarfrøðingar vera noyddir at taka avgerðir um, nær ein doyggjandi sjúklingur var nóg sjúkur, til at loyva honum vitjan.

- Sjúkrarøktarfrøðingar vilja verða stoltir av faki sínum. Ikki sum hetjur, men sum dugnalig fakfólk, ið eru har fyri sjúklingarnar. Nú samfelagið letur upp, og farsóttin framhaldandi herjar, er tað neyðugt at vit tosa um royndir okkara, so vit læra av søguni, og fyrireika okkum til framtíðina, eisini tá tað snýr seg um yrkisliga tilbúgving, verður millum annað sagt í yvirlýsing.

Les alla yvirlýsingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo