Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mikukvøldið kl. 19:30 verður bókin "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" løgd fram í Norðurlandshúsinum. Har verður frágreiðing um tað, sum hendi - m.a. við smáum filmsbrotum.

Her er sjálvt formælið til bókina:

FORMÆLI

Flestu politikarar hava ikki áhuga í sannleikanum, men í valdinum og hvussu hetta vald kann verða varðveitt. Fyri at valdið skal kunna varðveitast, er umráðandi, at fólk vita sum minst um sannleikan (...). Tað, sum er uttan um okkum, er av tí sama ein vavstur av lygnum.
- Harold Pinter í talu síni, tá hann í 2005 fekk bókmentaheiðursløn Nobels

Ósannindini liggja í tí, sum ikki verður sagt.
John Steinbeck, Einaferð var tað eitt kríggj, 1958

Tað er satt sum Strindberg segði um tað at vera høvundur: tað er sláturarbeiði. Og eg leggi afturat: Tað er í mongum førum at smetta.
- Morten Sabroe, Tú sum ert í himlinum, 2007

Politiska gongdin verður dagliga løgd fram fyri fólk í smáum brotum – greinum og innsløgum – har ósamdir politikarar siga sína hugsan um tað, sum er uppi. Djúptøkar lýsingar av tí, sum politikararnir keglast um, eru meira sjáldsamar.

Hetta er ein trupulleiki fyri fólkaræðið, tí hjá politikarum, sum liggja í ævigum stríði um veljarans tekki, er tað ikki saklig upplýsing, sum liggur fremst. Sannleikin er tað fyrsta offurið í kríggi, verður sagt – og tað sama er galdandi fyri partapolitiskt stríð. Eitt av endamálunum hjá einum politikara er altíð at fáa fólk yvir í sín part. At tekkjast teimum, so tey velja hann aftur næstu ferð. Og tá má sannleikin ofta víkja.

---   

Árini 1998 til 2001 vóru ein ógvuliga hendingarík og dramatisk tíð á politiska vígvøllinum í Føroyum. Stórar ætlanir vórðu lagdar, ein nýggj og kollveltandi kós stungin út í kortið, og flokkarnir máttu fyri fyrstu ferð í mong ár gera upp við seg sjálvar, hvat teirra støða var til heilt grundleggjandi spurningar.

Valið í 1998 var sum ein spann av køldum vatni í høvdið á teimum, sum høvdu tosað um loysing væl vitandi, at orðini vóru ókeypis, tí tað jú ikki var meiriluti fyri loysingini kortini. Tí brádliga ein vakran várdag var meirilutin har. Borðið fangaði, orðini pliktaðu - og fullveldisskútan loysti frá landi.

Men skjótt skolaðu brotasjógvarnir inn yvir hana. Teir komu frá samríkisflokkunum. Frá donsku stjórnini. Frá ivasomum fólki innan fyri loysingarflokkarnar sjálvar. Frá teimum stóru bløðunum. Og, ikki minst, frá veljarakanningum sum vístu, at støðugt størri partur av fólkinum ikki vildi vera við.

Til endans kollsigldi skútan.

Men hvat var tað, sum hendi aftan fyri leiktjøldini? Hvussu kom alt í lag av fyrstan tíð? Hví gjørdist stríðið innan fyri samgonguna so hart? Hvat hendi, tá samráðst varð við donsku stjórnina?

Eingin hevur enn gjørt eina samanhangandi frágreiðing frá hesum avgerandi parti av okkara samtíðarsøgu. Tað einasta, sum stendur eftir, eru endaleysu orðadráttirnir millum politikarar og viðmerkjarar. Og tað er ov lítið hjá fólki, sum vilja vita og skilja. Skulu vit læra nakað av okkara søgu, mugu vit geva okkum stundir at skipa tey mongu smáu brotini í eina heild.

Onkur er so smátt byrjaður at skriva søguna um fullveldislandsstýrið, men tað er ikki lætt, tá bæði føroyskir og danskir myndugleikar nokta fjølmiðlum veruligt innlit í málið. Tær einastu samanumtøkur, vit hava, eru okkurt smárit og filmurin Færøerne.dk.

Tí fór eg undir uppgávuna. Tað var í 2005.

Mín fyrimunur er, at eg – mest sum av tilvild – fekk starv í Tinganesi í 1999. Fyrst skuldi eg ritstjórna Hvítubók, men síðani bleiv eg "spunasmiður", og slapp á tann hátt við til næstan alt, sum hendi. Eg luttók á fundum og skrivaði eina rúgvu av fundarfrásøgnum, framløgum, talum og greinum fyri politikararnar. Harumframt skrivaði eg dagbók ein part av tíðini. Alt hetta tilfarið havi eg.

Men tá eg var farin undir arbeiðið, kom eg skjótt eftir, at hesin fyrimunur eisini var ein vansi. Eg fekk ikki skrivað ta óheftu frágreiðing, eg hevði ætlað. Hvussu kundi eg tað, tá eg hevði verið partur av málinum?

Frásøgnin verður aldrin púra objektiv – sama, hvør ið skrivar. Men eg ásannaði, at fólk fóru at misteinkja meg fyri at vera meira litaðan, enn tey høvdu mistonkt onkran annan fyri at vera. Og tað av góðum grundum.

Hetta var lutvíst orsøkin til, at eg gavst aftur við arbeiðinum. Aðrar uppgávur fóru eisini at taka alla mína tíð. Men tá eg varð valdur á fólkating í 2011 fekk eg brádliga nógv kvøld fyri meg sjálvan í Keypmannahavn. Hesi kvøldini og ein stóran part av mínum frídøgum farnu fimm árini havi eg síðan brúkt til at gera bókina lidna.

Tvístøðan hevur kortini ikki verið minni enn í 2005, tí nú havi eg umboðað bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkin sum fólkavaldur, og fólk kunnu kasta mær fyri at hava partapolitisk motiv.

Eg vildi kortini ikki sleppa ætlanini. Tað ber ikki til, at eisini hetta avgerandi tíðarskeiðið í Føroya søgu fer í gloymskuna uttan ærligar frásagnir frá teimum, sum vóru við.

Í staðin fyri at spæla óheftur søgumaður - sum eg jú ikki eri - gjørdi eg tí av at greiða frá tí sum hendi júst so, sum eg sjálvur upplivdi tað. Hetta verður sostatt søgan um fullveldisætlanina, sædd gjøgnum míni eygu.

Tá slepst illa undan, at bókin verður litað av mínum egnu hugsanum og - ikki minst! - av teirri vitan, sum baksýnið gevur mær. Altso mínum egna eftirklókskapi.

Men hóast hetta er ein meir og minni subjektiv frásøgn - og ikki kann vera annað - so haldi eg ikki, at tað órógvar sjálva søguna. At tað eri eg sum siga hana kann kortini gera, at mín leiklutur tykist størri, enn hann var. Lat meg tí gera greitt, at hann var sera marginalur. Eg hevði t.d. onga ávirkan á nakra politiska avgerð. Men eg fekk eitt innlit, sum var fáum beskorið, og sum eg haldi at tey, sum hava áhuga, eiga at fáa lut í. Tí søgan er okkara allra. Og tað er ein stórur missur, tá hon ikki er til skjals.

Farbróðir mín, Annfinnur í Skála, sum skrivaði keldusavnið "Stjórnarskipanarmálið 1946", hevur ofta sagt, at ov lítið tilfar var tøkt, tá hann sum søgumaður skuldi lýsa fólkaatkvøðuna í 1946 og tað, sum hendi aftaná. Vónandi kann henda útgávan geva søgufrøðingum meira at arbeiða við, tá stríðið um sama spurning í 2000 skal viðgerast.

---

Eg gjørdi mær skjótt greitt, at skal nakað virði vera í hesum, kann eg ikki káva út yvir nakað – heldur ikki beiskt stríð og tær grundleggjandi skeivu metingar, sum vórðu gjørdar í rokinum. Atlit til persónar kunnu heldur ikki forða fyri, at týdningarmikil viðurskifti verða løgd fram.

Eisini henda treyt ørkymlaði meg, tí hon hevur við sær, at eg eisini raki meg sjálvan. Eg má leggja ymiskt fram, sum ikki tænir mær til sóma, og sum fólk – við góðum rætti! – kunnu brúka ímóti mær. Men hevur tað týdning, má tað fram.

Størsta ivamálið hevur verið, hvussu nógv eg kann siga um onnur. Eg arbeiddi jú saman við fólki og fyri fólk, sum høvdu álit á, at eg ikki fór at almannakunngera tað, sum eg gjørdi fyri tey og var vitni til. Tá eg gjørdi av at skriva bókina við teirri treyt, at alt skal vera satt og einki, sum er viðkomandi, skal krógvast, so visti eg eisini, at onkur kann kenna seg gingnan ov nær og halda meg hava brotið tað álit, viðkomandi hevur sýnt mær.

Men tá eg metti allar hesar vansar upp ímóti týdninginum av, at onkur sum var við skrivar eina samanhangandi frásøgn um hetta stríðið, so valdi eg at gera tað kortini, tí kritikkurin, ið mær verður fyri, vigar minni enn virðið, sum liggur í, at fólk fáa eitt veruligt innlit. Politiski leikurin verður jú framdur í fólksins navni, og fólk rinda í dýrum dómum fyri hann. 

Ein onnur avgerandi orsøk til at eg nú gevi bókina út hóast tann iva eg havi havt er tann einfalda, at tíðin er gingin. Tað eru nú yvir 18 ár, síðani fullveldissamgongan varð skipað. Fimm løgtingsval og fimm fólkatingsval eru farin afturum, og fullveldismálið er farið so langt av teirri politisku dagsskránni, at tað næstan ikki bleiv tikið upp á tungu í valstríðnum upp undir valið í 2015. Tað er eisini sigandi, at hóast fullveldis- og sjálvstýrisflokkarnir fingu meiriluta á hesum valinum, bleiv ein samgonga skipað undir leiðslu Javnaðarfloksins. At bókin kemur út nú, kann tí ikki á nakran hátt órógva dagsins politikk.

Eg havi ikki nýtt tað, at søgan nú er gomul, sum undanførslu fyri at fara ov langt. Hvørki tá eg skrivi um ávísar politikarar, um persónsstríð, ella tá eg lýsi, hvussu avgerðir vórðu tiknar, er endamálið at “slatra” ella at “avdúka” nakað bara fyri at avdúka tað. Eg taki bert viðurskifti við, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hoyra við til hesa søguna. Men hvussu persónar eru, hvussu teir samstarva, og hvussu teir bera seg at undir trýsti, hevur nógv størri týdning fyri tann rikna politikkin, enn vit mangan geva okkum far um.

Hugsjónir og stevnuskráir hjá flokkunum eru grundarlagið, men persónligu eginleikarnir hjá teimum valdu gera av, hvørjar ítøkiligar avgerðir verða tiknar. Tí ber ikki til at loypa tað um.

Kanska onkur fer at kenna seg stoyttan av hesi bókini, men við tey kann eg ikki siga annað enn tað, sum stendur omanfyri. Tað harmar meg, um tey halda seg vera gingin ov nær, men eg havi ikki havt nakað val: Skuldi eg lýsa gongdina í fullveldismálinum so væl, sum eg kundi, mátti eg gera, sum eg havi gjørt.

Yvirskipað er hetta søgan um eina politiska leiðslu, sum vildi meira, enn vanligt er í Føroyum. Um hon vildi tað rætta, kunnu vit kjakast um - men hon hevði, tá hon byrjaði, greiða kós og sterkan vilja. Tí stendur fullveldislandsstýrið sterkari í huganum á teimum, sum minnast tað, enn nakað annað landsstýri. Og m.a. tí má søgan sigast.

---

Tað hevur ikki altíð verið so lætt at gera av, hvat skuldi takast við og ikki. Eitt, sum hevur stóran týdning, men sum eg leypi um, er arbeiðið í teirri grundlógarnevnd, sum bleiv sett í 1999. Júst hesin parturin av fullveldisætlanini var tann sum fekk breiðastu undirtøkuna, og framvegis er vón um, at tann “tjóðskaparliga semjan” skal finnast her. Men pláss er ikki fyri øllum, og hetta arbeiðið er væl lýst í tilfari frá nevndini sjálvari.

Í fyrsta kapitli lýsi eg stríðið um undirgrundina, sum Atli Dam einaferð gav mær serligt innlit í. Orsøkin er, at hetta mál væl lýsir nøkur avgerandi viðurskifti í rættarstøðu Føroya, og at møgulig olja í undirgrundini varð nýtt undir fullveldissamráðingunum. Í sama kapitli taki eg bankamálið og kreppuna í nítiárunum fram, tí hetta vóru beinleiðis orsakirnar til, at fullveldið kom á skrá.

Tað er eisini okkurt, eg vildi havt við, men ikki havi havt atgongd til. Til dømis havi eg einki skjal, sum vísir taktikk og strategi hjá donsku stjórnini, og hvussu hon fyrireikaði seg. Vildi hon veruliga samráðast og koma til eitt úrslit, ella var tað ein "bundin uppgáva" at steðga fullveldisætlanini?

Eg veit ikki. Men bæði eftir kríggið og undir “sjálvstýrislandsstýrinum” frá 1963 til 1966 hevði stjórnin eina greiða ætlan um, hvussu føroysku sjálvstýriskreftirnar skuldu steðgast.  Tað hevur hon mest sannlíkt eisini havt í 2000. Men tað stendur ikki í nøkrum skjali sum innlit fæst í, og tí er einasti møguleiki at meta um tað við støði í tí, stjórnin segði og gjørdi.

Føroysku megin liggur alt meira opið.

At eg í míni starvi hevði nógv meira samskifti við Høgna Hoydal enn aðrar politikarar litar sjálvsagt eisini frásøgnina.

---

At fólk siga søguna um tað, tey hava upplivað handan politisku leiktjøldini, er vorðið vanligt í nógvum londum.  At tað verður góðtikið byggir á eina hugsan um, at almenningurin hevur rætt til meira víðfevnt innlit í tað, sum verður gjørt í hansara navni, enn hann fær gjøgnum tey filtur, sum dagliga umgyrða politisku skipanina.

Eg eri samdur – men onnur eru ósamd. Løgmansskrivstovan hevur noktað tíðindafólki innlit í m.a. frásagnirnar frá fundunum millum Føroya Landsstýrið og donsku stjórnina, og Løgtingsins Umboðsmaður gav 21. desember 2011 Løgmansskrivstovuni rætt í, at almenningurin ikki hevur rætt til hetta innlitið. Tískil geri eg við hesi útgávuni nakað, sum eg, sambært hesum myndugleikum, ikki havi rætt til. Men eftir at hava tosað við sakkøn fólk kenni eg meg vera á tryggari grund – eisini løgfrøðiliga. 

---

Eingin teirra, sum er nevndur í bókini, hevur lisið, tíansheldur góðkent tekstin. Tí hava tey heldur onga ábyrgd av tí, sum stendur. Mínar keldur hava verið eitt ótal av skjølum frá míni tíð í Tinganesi, fjølmiðlar, løgtingsorðaskifti, mín egna dagbók og míni egnu minni.

Tá eg endurgevi frá fundum millum danskar og føroyskar myndugleikar, byggir tað á notat, sum eg sjálvur havi gjørt. Tá sumt stendur í gásareygum, kann eg tí ikki garantera, at orðini eru fallin júst soleiðis, sum tey standa. Men meiningin er ið hvussu er tann rætta.  Sama er galdandi aðrastaðni, har beinleiðis tala verður nýtt.

Eg takki hjartaliga Sosialinum, Dimmalætting og táverandi myndamonnum teirra, Jens Kristiani Vang og Kalmari Lindenskov, fyri loyva at nýta teirra myndir, og Óla Petersen fyri loyvi at nýta hansara tekningar.

Nøkur fólk hava lisið handritið ígjøgnum, givið mær kritikk og skotið upp broytingar. Eisini teimum beri eg mína bestu tøkk.

Tað eru uttan iva mistøk og misskiljingar í bókini, og teimum havi eg fulla ábyrgd av. Men eg havi gjørt hetta so væl sum eg dugi, og eg havi lagt meg eftir, at frásøgnin bæði skal vera upplýsandi og kennast sum væl frágingin, undirhaldandi lesnaður.

Tórshavn september 2016
Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo