Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At Føroyar bróta frá restini av Europa, í staðin fylgja Trump, og alment viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael við at lata upp umboðsstovu har, verður sera dýrt. Ein slík provokatión móti kósini hjá flestu heimsins londum verður millum fremstu bumbumál, og skal verjast av nógvum vápnaðum fólki døgnið runt.

Hóast verjan um sjálva sendistovuna verður stór, setir hetta trygdina hjá føroyingum í vanda.

Okkara nýggja landsstýrið hevur ikki lagt fram nakra búskaparliga, politiska ella diplomatiska grundgeving fyri at taka hetta sera óvanliga og víðgongda stig. Hinvegin leggur Jenis av Rana í dag fram sína høvuðsgrundgeving í Politiken: hon er ikki handilslig ella diplomatisk. Hon er religiøs.

Nøkur onnur europeisk lond hava diplomatiska umboðan í Jerusalem - men ambassadan er í Tel Aviv fyri tað. Tað er ikki ein fráboðan um, at Jerusalem er høvuðsstaður. Men Føroyar skulu brúka nógva tíð, orku og skattapengar til eina víðgongda politiska markering, hvørs grundgeving er religiøs.

Føroyingar selja mat til Russlands. Vit samstarva tætt við Huawei. Vit hava rúm til at føra egna kós á týðandi økjum. Ofta júst sum ein statur. Men landsstýrið veit, at danska stjórnin ikki kann loyva landsstýrinum at spæla trygdarpolitiskt vandaspæl, so leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum. Tað setir jú eisini danir í vanda. Vit kunnu gott bróta frá restini av Europa í hesum spurningi - men so mugu vit loysa frá Danmark fyrst.

Vit vita, at vit ikki loysa frá Danmark við Sambandsflokkinum á odda. Og tí vita vit eisini, at tað KEMUR eingin sendistova í Jerusalem. Og tí mugu vit spyrja: Er eingin vaksin til staðar í Tinganesi? Hvussu leingi fer Sambandsflokkurin at lata hetta spælið ganga?

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo