Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Berlingske Tidende eru danir úti við rívuni móti føroyingum og Sjúrður Skaale letur seg aftur brúka til tílíka umtalu av okkum.

Hesin leikur hjá Sjúrða Skaale er bert ein endurtøka av tí ringu umtalu av føroyingum, sum fólkatingsmaðurin ofta hevur verið leikari í.

Hetta er ein leiklutur, sum alt annað enn gagnar Føroyum, heldur tvørturímóti.

Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð.

Fyri kortum uppførdi Sjúrður Skaale seg sum umboð fyri Sea Shepherd í sambandi við spurningin hjá okkum at veiða havsúgdjór. Bæði innanlands og uttanlands valdi hann at lata seg brúka í stríðnum móti føroyingum.  

Tá ES, og harvið Danmark, boykottaði Føroyar og noktaði føroyskum skipum í danska havn, var nevndi fólkatingsmaður avgerðandi atkvøðan undir donsku stjórnini, sum framdi boykottið.

Hann kundi steðga dønum, men valdi sessin og tí kom boykottið.

Hansara útsøgnir um føroysku støðuna alt annað enn tænti føroyskum áhugamálum.

Makrelstríðið byrjaði, tá okkara landsstýrismaður, Jacob Vestergaard, kravdi okkara rættvísa part av makreli.  

Tá var tað ikki bara Sjúrður Skaale (tá tjóðveldismaður), men eisini allur Javnaðarflokkurin, sum mótarbeiddi landsstýrismanninum í at krevja okkara rætt.

Tíbetur vunnu vit stríðið og skaffaðu Føroyum í minsta lagi eina miliard árliga.

Ein rætt vit áttu, kravdu og vunnu uttan hjálp frá Javnaðarflokkinum.  

Um okkara fólkatingssessir skulu brúkast til slíkt virksemi, sum Sjúrður Skaale brúkar móti Føroyum og føroyingum, hevði verið munandi betur ongar fólkatingssessir at havt.

Sjómaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo